Bústaðir hevur í dag havt reisigildið og framsýning Oman Mattalág, har 38 nýggir leigubústaðir verða bygdir, ið væntandi kunnu takast í nýtslu fyrst í komandi árið.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna fegnast um byggingina.
“Sum øllum kunnugt er stórur eftirspurningur eftir dygdargóðum leigubústøðum. Talan er um modulbyggjari, sum er eitt gott alternativ at útvega góðar og bíligar leiguíbúðir lutfaldsliga skjótt, havandi í huga stóra eftirspurningin eftir handverkarum og trýstið á bústaðarmarknaðin. Byggiætlanin leggur stóran dent á útsjónd og umhvørvi rundanum bygningarnar. Samstundis fara fólk við serligum avbjóðingum, sum megna at búgva heima hjá sær sjálvum, at fáa møguleika at leiga sær íbúð her, og tað er sera gott,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
Økið Oman Máttalág hevur fyrr hýst eitt gamalt sementstoypivirki. Fleiri ætlanir hava verið fyri økið, og loksins er byggjarí ígongd og at ein nýggjur býlingur tekur skap.