Fólkavøksturin seinastu árini saman við vaksandi løntakaratali og lítlum arbeiðsloysi hevur elvt til spurningar um, hvussu stórur partur av fólkavøkstrinum er útlendsk arbeiðsmegi.
Hagstova Føroya » 10. oktober 2018

Hagstova Føroya hevur nú víðkað løntakarahagtølini við talvum um føðiland og ríkisborgaraskap. Útlendingar eru her lýstir sum persónar við øðrum enn donskum ríkisborgararskapi, sum hava skrásettan bústað í Føroyum.
Tølini vísa, at útlendingarnir telja ein lutfalsliga lítlan part av løntakaraskaranum. Í juli vóru uml. 4% av øllum løntakarum í Føroyum útlendskir løntakarar. Til samanberingar vóru útlendingarnir 1% av øllum løntakarunum í 1985. Myndin niðanfyri er ein úrskurður av myndini omanfyri, ið greiðari visir gongdina av útlendsku løntakarunum í Føroyum. Her sæst, at útlendsku løntakararnir eru farnir úr uml. 2,5% fyrst í 2014, tá fólkavøksturin tók dik á seg, upp í umleið 4% av løntakaratalinum nú.
Av útlendsku løntakarunum er størsti vøksturin hesi seinastu árini serliga ikki-norðurlendskir ES-ríkisborgarar. Í juli í 2014 vóru hesir ríkisborgarar 0,7% av samlaða løntakaratalinum, meðan teir í juli í ár vóru 1,5% (406 løntakarar). Í sama tíðarskeiði eru ríkisborgarar uttan fyri Evropa farnir úr 1,0% upp í 1,6% (430 løntakarar).
Flestir útlendingar innan húsarhaldstænastur
Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórur partur av løntakunum í einstøku vinnugreinunum vóru útlendskir løntakarar í juli í ár. Í summum vinnugreinum, sum t.d. í landbúnaði, ráevnisvinnu og ótilskilað, eru samlaðu løntakaratølini smá og tí má fyritlit takast fyri býtinum har.
Lutfalsliga eru flestu útlendsku løntakararnir at finna í húsarhaldstænastum (14,5%), ið m.a. fevnir um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir. Síðan í fiskavøruídnaði (12,4%) og gistihús- og matstovuvirki (11,7%). Til samanberingar hava umleið 7% av løntakarunum í byggivinnuni útlendskan ríkisborgaraskap.
Sermerkt er, at lutfalsliga fleiri aðrir danskir ríkisborgarar enn teir, sum eru føddir í Føroyum, eru í gistihús og matstovuvinnum.
Munur er á, hvussu útlendsku løntakararnir eru umboðaðir í einstøku vinnugreinnum. Ikki-evropiskir løntakarar eru serliga umboðaðir í vinnugreinunum gistihúsum og matstovuvirkjum, ali- og kryvjivirkjum, húsarhaldstænastum og fiskavøruídnaði. Ikki-norðurlendsku ES-borgarararnir eru lutfalsliga flestir í skipasmiðjum, smiðjum og innan byggivinnuna. Myndin niðanfyri vísir tær 6 vinnugreinarnar við flestum útlendskum ríkisborgarum.
Stutt um løntakarar