Home VinnutíðindiAlivinna Einki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús var ávíst í føroyskum alifisk.

Einki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús var ávíst í føroyskum alifisk.

by OML

Nøgdirnar av tungmetalum og lívrunnum eiturevnum vóru langt undir ásett mørk. Hetta skrivar HSF á heimasíðuni.

Samandráttur av úrslitum.
Yvirvøkan av føroyskum alifiski hevur ikki ávíst nakrar leivdir av heilivági ella onnur ólóglig evni í árinum frá 2001 – 2017. Sýni kannað fyri tungmetal vístu lág virði fyri kyksilvur, kadmium og blýggj. Nøgdin av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin, var eisini lágt í øllum sýnum. Viðvíkjandi leivdum av antibiotika í livur og vødda, so vóru øll sýni negativ. Samlaða tali av sýnum í 2017 vóru 595. Ætlandi vera umleið 600 sýnir tikin í ár.

Summary of results.
The monitoring of the Faroese fish in aquaculture has not detected non-compliant result for medicines in the years 2001 – 2017. The samples from the control of trace elements contained low levels of mercury, cadmium and lead. The levels of organochlorine compounds were low in all samples. Concerning antibiotic substances, all samples were negative. In total 595 samples were analysed in 2017. The plan for this year is 600 samples.

Les meira
Slóðir til uppslag, frágreiðing og úrslit fyri heilivágsleivdir og onnur fremmand evni í alifiski 2017, síggjast her. 

Levels of dioxins in farmed Atlantic salmon from the faroe islands 2001-2017.JPG

Mean leveles of Mercury in farmed Fish 2000 - 2017.JPG

Levels of 6 DIN-PCB's 2011-2017.JPG

 

Vilt tú vita meira um hesar kanningar, so tosa við Bjørg Mikkelsen, matvørudeildin, tlf. 556455, ella send okkum ein teldupost hfs@hfs.fo.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.