Opið fyri tilmeldingum til lutakast um grundøkið á Hamrabøi

Kelda: torshavn.fo

0
389

Fyrstu ferð nakrantíð ber eisini til hjá borgarum uttan fyri kommunumark at keypa kommunalt grundøki í Tórshavnar kommunu, nú latið er upp fyri tilmelding til 12 grundøki á Hamrabøi í Kollafirði.

Seinasta freist at skriva seg upp til útlutanina er mánadagin 2. oktober kl. 24:00. Síðani verður kastað lut millum øll tey, sum hava melda seg til lutakastið, og sum lúka treytirnar fyri at fáa lutað grundøki frá Tórshavnar kommunu.

Snarskivan eftirkannar, at allar tilmeldingarnar lúka kommununnar treytir. Kemur Snarskivan til ta niðurstøðu, at onkur ikki lýkur treytirnar, fær viðkomandi boð um hetta, áðrenn lutakastið verður avgreitt, so møguleiki er at rætta møguligar misskiljingar.

Skriva teg upp til lutakasti í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo HER.

Miðalstøddin á grundøkjunum á Hamrabøi er 544 fermetrar, og kostnaðurin er 255.680 krónur.

Seinni í ár fer kommunan at luta oman fyri 40 grundøki út við Klingurstjørn á Argjum. Tann útlutanin fer fram eftir sama leisti sum seinastu 12 grundøkini á Hamrabøi, sum til ber at melda seg til beint nú.