24.FO
Home Fólk & Samfelag Nógv limacina eystanfyri

Nógv limacina eystanfyri

Havstovan

Magnus Heinason var úti til hydrografikanningar um mánaðarskiftið august/september. Á slíkum túrum verða planktonkanningar gjørdar á flestu støðum. Eystanfyri og úti í Hetlandsrennuni var óvanliga nógv til av einum evarskum lítlum veingjasnigli, nevndur limacina.

Limacina er vanlig á okkara leiðum, men sjáldan í serliga stórum nøgdum. Tá glúpprøvar verða tiknir, er tað oftast reyðæti, sum tað sæst mest av í prøvanum, so at prøvin er reyður á liti. Á hesum túrinum var tað tó mest av limacina í fleiri prøvum eystanfyri, og tann stórsti prøvin var úr Hetlandsrennuni – sí mynd niðanfyri, har tey svørtu “kornini” eru skeljarnar hjá limacina-sniglum. Vit kenna ikki orsøkina til, at so nógv er til av júst limacina í ár, men eins og á Landgrunninum, so hava gróðrarumstøðurnar helst verið serliga góðar í ár.

Á hydrografitúrinum vórðu eisini hita- og saltmátingar gjørdar eftir standardskurðunum. Harafturat vórðu data lisin úr tveimum hitamátarum, sum liggja á botni, eins og ein PIES (Pressure Inverted Echo Sounder) varð løgd út norðanfyri. Hetta tólið varð lagt út í samstarvi við granskarar frá Universitetinum í Hamborg og er partur av FARMON-projektinum.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

 

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer