Home VinnutíðindiFiskivinna Tveir fyrilestrar um gróður

Tveir fyrilestrar um gróður

by OML

Sum partur av fyrilestrarøðini “Vísindavøkan á ferð 2017” fer Sólvá Káradóttir Eliasen frá Havstovuni at halda tveir fyrilestrar við heitinum: “Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?” Tann fyrri fyrilesturin verður í Oyndarfjarðar skúla 19. september kl. 19:30. Tann seinni verður í Studentaskúlanum í Hoydølum 27. september kl. 10.

Fyrilestrarøðin “Vísindavøkan á ferð 2017” byrjaði 13. september og endar 28. september. Í hesum tíðarskeiði halda nærum 30 granskarar gott 50 fyrilestrar kring landið. Sjálv Vísindavøkan 2017 verður fríggjadagin 29. september frá kl. 8.00 til á leið kl. 18.00. Hon verður aftur í ár í Tórsgøtu, í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum.

 

Meira kann lesast um vísindavøkuna her.

 

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.