16.5 C
Munich
mandag, september 27, 2021

Vegurin frá tunnilsmunnanum til Viðareiðis verður nú asfalteraður

Must read

ASFALTERING: Vegurin frá tunnilsmunnanum í Dølum til Viðareiðis verður nú asfalteraður av nýggjum. Byrjað verður í komandi viku. Hetta skrivar lv.fo

Eftir at Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðani, var skjótt greitt, at trupulleikar vóru við vegnum millum tunnilsmunnan og bygdina á Viðareiði.

Støða er tikin til at asfaltera vegin av nýggjum, og lisitatión hevur nú verið.

Úrslitið var, at HJ Asfalt átti lægsta boð við sløkum 4,1 mió. krónum. Á øðrum plássi var Kreton við sløkum 5,2 mió. krónum, og hægsta boðið átti EM Asfalt við stívum 5,7 mió. krónum.

Landsverk hevur í dag undirskrivað sáttmála við HJ-Asfalt um asfalteringsarbeiðið, sum fer í gongd í komandi viku.

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.