6 C
Munich
onsdag, september 22, 2021

Avgerð at taka fiskin, sum eftir er  á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður

Tíðindir frá Bakkafrost

Must read

Illgruni hevur verið um, at fiskurin á aliøki A-73 Hvannasund Norður  er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus, og aliøkið er í løtuni undir herdari yvirvøku. Víst verður til fráboðanir til viraðisbrævamarknaðin tann 14. juli 2016, 21. juli 2016 og 20. januar 2017.

Fyri at minka um váðan hevur Bakkafrost avgjørt at taka fiskin, sum eftir er  á A-73 Hvannasund Norður. Framskundaða tøkan verður væntandi liðug síðst í apríl 2017. Í løtuni eru umleið 1 millión fiskar við eini miðalvekt á 3,2 kg í livandi vekt í alibrúkinum A-73 Hvannasund Norður.

Væntaða tøkan í 2017 verður sostatt lækkað við umleið 2.000 tonsum í kruvdari vekt.

Illgrunin um ILA er ikki staðfestur, men aliøkið A-73 Hvannasund Norður er framvegis undir herdari yvirvøku.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.