Home Tíðindir Lønirnar høgar seinastu tríggjar mánaðirnar

Lønirnar høgar seinastu tríggjar mánaðirnar

by OML

Í januar vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 721 milliónir kr., 20 milliónir minni enn í desember í fjør. Hetta er triði mánaður í slag, at lønirnar eru yvir 720 milliónir. Lønirnar hava staðið í stað frá heysti 2015 til heysti 2016, tá tær sveiggjaðu um  700 milliónir, men frá november og fram hevur vøksturin tikið dik á seg, og eru lønirnar yvir 720 milliónir kr. Ferðin á trendinum er eisini økt seinastu tíðina og er nú tann størsti í yvir eitt ár.

 

 
Fiski- og alivinnan hava sett turbo á eftir afturgongd

Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum, sæst, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum.

Fiski- og alivinnan høvdu afturgongd eitt tíðarskeið í fjør, men hevur nú veruliga fótað sær aftur og hevur størsta vøkstur av høvuðsvinnubólkunum. Vøksturin er  yvir 1% um mánaðin. Sjálvt um lønirnar sveiggja í fiski- og alivinnuni, so eru tær vaksnar 60% seinastu sjey árini.

Byggivinnan hevur havt trivaligan vøkstur seinastu trý árini. Byggivinnan hevði lítla og onga broyting í lønunum frá 2010 til 2014, men síðan tá hevur verið trivaligur vøkstur. Ferðin hevur verið jøvn, um 0,5 til 0,8% um mánaðin, men her í seinastuni hevur ferðin havt hug at fara niður um 0,5%. Lønirnar í byggivinnuni eru nú 40% hægri enn tær vóru í 2010.

Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa við somu jøvnu og lágu ferð, og hava gjørt tað í longri tíð. Síðan 2010 eru lønirnar í tænastuvinnunum vaksnar 20%.

 

Útgreinað og dagførd hagtøl um lønargjladingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her:

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.