Home Tíðindir Løntakararnir vórðu út við 600 fleiri í fjør

Løntakararnir vórðu út við 600 fleiri í fjør

by OML

Tað var í 2007, at tað vóru flestir løntakarar, umleið 26.000. Men síðani fóru 2.500 løntakarar úr vinnu, og botnurin var náddur í 2011, tá tað vóru um 23.300 løntakarar. Tað var ikki fyrrenn í 2014, at verulig framgongd varð aftur, og nú tað hevur verið stórur vøkstur trý ár á rað, er næstan aftur komið á sama støði sum í 2007.

Sjálvt um pílurin peikar beint uppeftir, so eru tað eisini smærri pílar sum peika niðureftir, bæði í vinnugreinum, sýslum og aldursbólkum.

Ársuppgerðin fyri løntakarar eru tølini fyri november, tá hildið verður, at ávirkan frá frítíð o.l. er sum minst.


Fleiri løntakarar í øllum vinnubólkum uttan fiski- og alivinnuni

Tað vóru 25.525 løntakarar í november, 572 fleiri enn somu tíð undanfarna ár. Framgongdin er 2,3%. Undanfarnu tvey ár var framgongdin næstan 3%, so sjálvt um vøksturin framvegis er høgur, so er hann nakað lægri nú enn undanfarin ár.

Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu vóru tað 4.229 løntakarar í 2016, 8 færri enn árið fyri. Afturgongdin er 0,2%. Langtíðargongdin í fiski- og alivinnuni er, at alsamt færri hava sítt starv í hesum vinnugreinum. Men tað sær út til, at síðan 2008 hava tað verið um 4.200 løntakarar í fiski- og alivinnuni.

Í øllum hinum vinnugreinunum er framgongd. Byggivinnan hevur størstu lutfalsligu framgongd. Tað vóru 3.625 til arbeiðis í byggivinnu og tilvirking, 184 fleiri enn í fjør, tað er ein vøkstur upp á 5,3%. Byggivinnan var hart rakt av fíggjarkreppuni men hevur havt stóra framgongd seinastu árini. Síðan 2013 eru tað løgst 20% til av løntakarum, men framvegis eru tað færri løntakarar nú enn í 2007, tá tað vóru 4.000 sum arbeiddu í bygging og tilvirking

Í privatu tænastuvinnunum var vøksturin heldur smáligur, tað vóru 8.374 løntakarar í privatu tænastuvinnunum, 106 fleiri enn árið fyri og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,3%.

Størsti vinnubólkur er almennar tænastur. Har vóru 9.297 løntakarar í november 2016. Størsti vøkstur í tali var eisini í hesum vinnubólki, 290 fleiri fingu sína høvuðslønarinntøku í almennari tænastu. Hetta eru 3,2% fleiri. Fram til 2007 var triðingurin av løntakarunum í almennari tænastu, men tær tillagingar sum vóru eftir 2007 gjørdi at parturin í almennari tænastu vaks, og var næstan 40% í 2012. Síðan framgondin aftur tók dik á seg, er hetta lutfall aftur minkað nakað, í 2016 vóru 36% í almennari tænastu.


Framgongd í øllum sýslum, uttan í Suðuroyar sýslu

Tað var framgongd kring alt landið í 2016. Í tali var størsta framgongdin í Streymoyar sýslu, men lutfalsliga var størsta framgongdin í Sandoyar og Vága sýslu, við ávikavist 4,5% og 4,2%.

Í Suðuroyar sýslu var at kalla ongin broyting. Frá 2014 til 2015 løgdust tólv løntakarar aftrat, og í fjør gjørdist tað fimm færri. Sostatt kann staðfestast, at tann framgongd, sum hevur verið seinastu trý árini, í stóran mun er farin uttan um Suðuroyar sýslu.


Allir aldursbólkar ganga fram

Tað eru fleiri løntakarar í øllum aldursbólkum.

Í nøkrum aldursbólkum er framgongdin serliga stór. Í aldursbólkinum 25 til 39 ár vóru 6.766 løntakarar í 2016, 282 fleiri enn í 2015. Framgongdin er 4,3%. Eisini í aldursbólkinum 67 til 74 ár var stór framgongd. Støðugt fleiri pensjónistar eru løntakarar og hevur gongdin verið soleiðis síðan 2005. Í fjør vóru 1.195 pensjónistar løntakarar, tað er 63 fleiri enn árið fyri og tað svarar til eina framgongd upp á 5,6%. Í 2005 vóru tað einast 2,7% av løntakarunum sum vóru pensjónistar, men hetta er vaksið munandi síðan tá, og nú eru 4,7% av løntakarunum pensjónistar. Tann minsti vøksturin var í yngsta aldurbólkinum 16-19 ár.

Síðan 2007 er gongdin, at færri undir fjøruti ár eru løntakarar. Serliga stór er afturgongdin millum tannáringar, har tað er fjórðingurin færri tannáringar nú, sum eru løntakarar. Ein partur av orsøkini er, at tað eru færri borgarar í aldursbólkinum, men tann orsøkin er minni enn helvtin av frágreiðingini.

Eisini í aldursbólkinum 25 til 39 ár er týðiligt at færri eru løntakarar nú. Í 2007 vóru tað 7.400 í aldursbólkinum sum vóru løntakarar, og nú níggu ár seinni eru tað 6.800, 600 færri. Í sama tíðarskeiðið hevur verið áleið sama lutfalsliga broyting í fólkatalinum.

Ein orsøk til framgongdina í eldri aldursbólkinum at arbeiðsstyrkin er vorðin eldri er at fólkið í føroyum eldist, so fleiri eru yvir 40 ár, meðan færri eru undir.

 

Kommunur størstu framgongd og flestu løntakarar

Í fjør hendi tað at “kommunur, ríkið v.m.”  gjørdist størsta vinnugrein yvirhøvur. Í 2016 vóru tað 3.509 løntakarar, sum fingu sína høvuðsinntøku frá kommununum, rikisstovnum v.m., 313 fleiri enn árið fyri. Broytingin er 9,8%. Ein orsøk til vøksturin er, at uppgávubýtið millum land og kommunur varð broytt í 2015, tá eldraøkið gjørdist kommunalt. Tillagingin av hesum sær út til at hava verið bæði í 2015 og 2016. Hetta sæst millum annað við, at færri løntakarar eru í heilsu- og almannaverk. Tó eru heilsu- og almannaverk bert minkað við 71 løntakarum, so tað er ikki øll orsøkin.

Fyri fyrstu ferð vóru yvir 1.000 løntakarar í ali- og kryvjivirkjum. Í 2016 vóru 1.072 løntakarar, 82 fleiri en árið fyri, tá tað vóru 990. Vøksturin er 8,3%.

Tað vóru fleiri vinnugreinar, sum høvdu færri løntakarar í fjør, nevnast kunnu gistihús og matstovuvirki, fiskaskapur, fiskavøruídnaður og sjóflutningur. Felags fyri hesar vinnugreinar var, at afturgongdin var millum 2,5 og 3,9%.

 

Arbeiðsmarknaðurin er kynsbýttur

Tilsamans eru áleið eins nógvir løntakarar av hvørjum kyni, 12.375 konufólk og 13.150 mannfólk. Men tað er stórur munur á, hvar kvinnur og menn arbeiða. Kvinnurnar eru í stórum meiriluta í almennum tænastum, tað verið seg heilsu- og almannaverk og hjá kommunum. Hinvegin eru næstan bara menn, sum byggja, fiska og í smiðjufakunum.

Í øðrum stórum vinnugreinum er býtið meiri javnt, t.d. tá talan er um at fiskavøruídnað, undirvísing ella handil og umvæling.

Sjálvt um tað eru javnt býtt millum kynini, tá talan er  um at verða á arbeiðsmarkanðinum, so vísa lønargjaldingarnar at mennirnir vinna 60% av lønini meðan kvinnurnar vinna 40%.

 

Ársuppgerðin fyri løntakarar eru tølini fyri november, tá hildið verður, at ávirkan frá frítíð o.l. er sum minst.

Løntakarar: hugtakið løntakarar er hagtalsliga skilmarkað soleiðis, at har eru íroknað øll fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava eina lønarinntøku upp á minst eina dagsløn um mánaðin sambært samtíðarskattaskipanini.

Dagførd og útgreinað hagtøl um løntakarar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.