Nýggj vísindalig grein um gróðurin á Landgrunninum

Havstovan - tilvildarlig mynd frá Havstovuni

0
484

Tann 30. januar í ár kunngjørdi tíðarritið “Journal of Marine Systems” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Phenologically distinct phytoplankton regions on the Faroe Shelf – identified by satellite data, in-situ observations and model”.

Fylgisveinamátingar av nøgdini av plantuæti í vatnskorpuni í tíðarskeiðinum 1998-2016 vísa, at gróðurin ikki er líka allastaðni á Landgrunninum. Við at greina mátingarnar ber til at býta Landgrunnin sundur í trý høvuðsøki hvat plantuæti viðvíkur (sí mynd): Innari landgrunnur (grátt), ytri landgrunnur (reydlitt) og eystaru bankarnir (grønt).

Ofta byrjar gróðurin tíðliga á innara landgrunninum og á eystaru bankunum. Á ytra landgrunninum kemur gróðurin ofta seinni, men nøgdirnar av plantuæti í vatnskorpuni gerast ofta sera stórar í juni – august á ytra landgrunninum. Størstu nøgdirnar av plantuæti eru nærum hvørt ár at finna í økinum millum Vágar og Skeiva Banka (reyðast á myndini).

Greiningin hjálpir til at skilja vistskipanina, bæði hvat viðvíkur æti, men eisini tá talan er um at skilja atburð og ferðingarmynstur hjá fiski. Á leiðunum eystanfyri gýtir upsi, og har plagdi norðhavssildin eisini at gýta. Hesi bæði fiskasløgini gýta ein til tveir mánaðir fyrr enn toskur og hýsa, sum gýta nærri landi. At gróðurin ofta byrjar tíðliga eystanfyri, er ivaleyst ein av orsøkunum til at hetta er gýtingarøki hjá upsa og norðhavssild. Kanningar av fiskamagum vísa, at nebbasild heldur nógv til á innara landgrunninum, meðan hvítingsbróðir serliga heldur til á ytra landgrunninum og hevur hetta møguliga eisini samband við, hvussu nøgdirnar av plantuæti og harvið eisini djóraæti eru á hesum leiðunum.

Greiningin vísir eisini, at gróðurin á ytra landgrunninum í ein ávísan mun líkist gróðrinum vestan fyri Skotland og Orknoyggjar. Hetta bendir á, at tøðevnini, ið verða førd við havstreymunum sunnan og vestan fyri okkum, ávirka gróðurin á ytru landgrunnunum bæði við Skotland og hjá okkum.