Hvar verður strikan í sandin sett

0
903

Vit fara nú á 24.fo undir at viðgera fiskivinnunýskipanina á 24.fo og skrivar Norðlýsið í dag at Fiskimálaráðharrin ætlar at seta eina striku í sandin og spurningurin er hvat er útgangsstøði fyri hesium markaskjalið – skillilinju. Greinin verður dagførd.

“Landstýrið skýtur upp at ”Verandi aktørar hava ”leingingarmøguleikar” til ein ásettan part fyri ávíst tilfeingis gjald” og eitt mark – ein strika verður settt í sandin – har gjørt verður greitt hvat eru verandi og ”nýggj” rættindi. Norðlýsið

Sum skilst, so er útgangstøðið hjá landsstýrinum ein tvídeild skipan. Ein partur av tilfeinginum verður útbjóða 1 – 7 ár og ein annar partur av tilfeinginum verður sokallaður ”Leingingarpartur”. ” Skrivað hevur John William Joensen 08.02.2017 – Greinin á Norðlýsinum kann lesast her

í 2011 stóð Høgni soleiðis:  í vinstru hond við 153.000 túsund tonsum, sum per capita vildi svara til, at ávikavist ein danskur og enskur myndugleiki stoð og skuldi býta út eina kvotu uppá ávíkavist 15 og 150 milliónir tons og við einum virðið uppá 6 krónum pr. kg til ávíkavist 90 og 900 milliardir.

Sambært Óla Jacobsen so hava nakrir floksformenn býtt út og avgjørt hvør skal liva og virka í Føroyum.

Kunnu nakrir floksformenn uttanum løgtingið í einari sínamillum semju taka avgerð um hvør og hvørjar familjur skullu liva í Føroyum?

Spurningurin sum eftir stendir er: Kann ein semja millum nakrar tilvildarligar floksformenn standa omanfyri lógina ella var hon innanfyri lógarinnar karmar?

24-fo

Óli Jacobsen sigur í viðmerking á FB á Norðlýsinum:

Tann avgerandi spurningurin í hesum sambandinum er óansæð, hvar verður strikan í sandin sett:

Verður strikan í sandin sett til tað, sum var galdandi áðrenn m.a núsitandi landstýrismaður Høgna Hoydal saman við Kaj Leo og Poul Michelsen undirskrivaðu langtíðarsemjuna í 2011 ella verður strikan í sandin sett til eitt seinni tíðspunkt?

Langtíðarsemjan frá 2011 hevði tvey aspekt, øðrumegin at býta makrel út í 2011 og hinumegin at syrgja fyri burðadyggari botnfiskaveiðu – áðrenn 2015

Í 2011 hevði Høgni soleiðis:

í vinstru hond við 153.000 túsund tonsum, sum per capita vildi svara til, at ávikavist ein danskur og enskur myndugleiki skuldi býta út eina kvotu uppá ávíkavist 15 og 150 milliónir tons og við 6 krónum pr. kg til eitt virðið uppá ávíkavist 90 og 900 milliardir

í høgru hond hevði Høgni eitt tilmæli frá Havstovuni sum hevði staðfest at toska og hýsustovnurin varð kollapsaður og at øll botnfiskaveiðu eftir toski og hýsu helst skuldi steðga (tilmæli í 2009 var totalstopp)

”langtíðarsemja millum Samgongu, Tjóveldi og Framsókn”

flokkarnir vóru samdir um hettar býtið av teimum 118.000 tons.
• Nótaskipini 35. 000 tons uttan gjald
• Nótaskipini 25.000 tons fyri 25 oyru pr. kg
• Felagskvota við hámarki 38. 000 tons fyri 25 oyru pr. kg (hámark 4.000)
• Bjóðast á marknaði 20. 000 tons

Tað skal viðmerkjast at felsgskvota við hámarki var til øll reiðaríðir við fiskiførum undir føroyskum flaggi uttan mun til um hesi sambært lógina høvdu veiðiloyvi til føroyskan ella fremmandan sjógv og uttan mun til nær veiðiloyvi til hesi fiskifør á fyrsta sinni vóru útskrivað. Talan var sostatt um Barentshavstrolarar, rækjutrolarar, internationalar trolarar, ídnaðartrolarar, lemmatrolarar, partrolarar, línubátar útróðrarbátar, garnaskip, skeljaskip v.m vóru koyrd í ein bólk og hvør av hesum kundi fiska 4.000 tons, tvs at 10 fiskifør einsamøll kundu fiska alla kvotuna.

Spurningurin er:

kunnu nakrir floksformenn uttanum løgtingið í einari sínamillum semju taka avgerð um hvør og hvørjar familjur skullu liva í Føroyum?

kann ein semja millum nakrar tilvildarligar floksformenn hava virknað uttan at hon er farin gjøgnum Løgtingið?

Lá LÓGIN UM VINNULIGAN FISKISKAP á borðinum tá langtíðarsemjan var gjørd?

Hvar fer Høgni at seta strikuna í sandin?

 

Kelda: FB – Óli Jacobsen