Home Tíðindir TAKS: Talan er um skattligt goodwill, men virðið er 0 kr.

TAKS: Talan er um skattligt goodwill, men virðið er 0 kr.

by OML

Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla Eik Banka, hevur TAKS staðfest, at talan er um eitt skattligt goodwill fyri nýggja Eik Banka. TAKS hevur tó virðisásett henda skattafrádrátt til 0 kr. Eik Banki er ikki samdur í virðisásetingini

”Niðurstøðan er fyri tað fyrsta ein staðfesting av, at talan er um skattligt goodwill fyri nýggja bankan, og í øðrum lagi, at TAKS og Eik Banki eru fakliga ósamd um metingina av støddini á frádráttinum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Eik Banki hevur áður víst á, at metingin av virðinum av skattliga frádráttinum kann vera úr null krónum upp í 90 mió. krónur.

Tvær tær størstu grannskoðarafyritøkurnar í Danmark, Deloitte og PwC, hava ráðgivið Eik í málinum. Báðar grannskoðarafyritøkurnar eru á einum máli um, at talan er um skattligt goodwill, sum hevur eitt frádráttarvirði á umleið 45-90 mió. kr.

Deloitte er av tí áskoðan, at undirbalansan á umleið 500 mió. krónur kann dragast frá skattliga og sostatt hevur eitt skattligt virði á 90 mió. kr. Hesa áskoðan hevur Deloitte havt síðani TF Holdig keypti 70% av partapeninginum í bankanum.

PwC hevur gjørt eina meting av goodwill pr. yvirtøkudagin 1. oktober 2010 og hevur mett, at goodwill hevur eitt skattligt virði á umleið 45 mió. kr.

Eik Banki hevur eisini víst á, at tað í fyrstu atløgu er upp til TAKS at meta um støddina á goodwill.  Henda meting fyriliggur nú.

Í grundgeving síni sigur TAKS, at talan er um avhending pr. 1. oktober 2010 millum heftar partar og hevur út frá hesum gjørt sína egnu meting av virðinum á goodwill. TAKS metir, at søluprísurin fyri 70% av partabrøvunum á vári 2011 frá Finansiel Stabilitet til TF Holding er besta boðið upp á útgangsstøði og hevur tað við sær, at skattliga goodwill má metast at hava eitt virði á 0 kr.  Hesum er Eik Banki ikki samdur í, tí um so er, at talan er um heftar partar, eigur virðisásetingin hjá PwC at verða løgd til grund fyri virðisásetingini.

Eik Banki tekur tó avgerðina hjá TAKS til eftirtektar.

”Vit hava gjørt eina heildarmeting av málinum og í samráð við eigaran tikið avgerð um ikki at kæra avgerðina hjá TAKS.  Tað harmar okkum, at málið hevur fingið tað umrøðu, sum tað hevur fingið í almenna rúminum. Talan er um eitt skattatekniskt mál, sum niðurstøða nú er gjørd um, og fyri okkara viðkomandi er málið nú liðugt”, sigur Súni Schwartz Jacobsen at enda.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.