Home Heim & Frítíð Føroyskt gull í Mentamálaráðnum

Føroyskt gull í Mentamálaráðnum

by OML

25 august kl. 15-17 letur forvitnislig listaframsýning upp í Mentamálaráðnum við Hoyvíksveg 72. Tað er Pernille Falch Heinesen, ið er útbúgvin “ædelmetal formgiver” á gullsmiðháskúlanum í Keypmannahavn, sum undir heitinum “Rúmtekningar” sýnir fram myndir og smúkkur úr tilfari úr føroysku náttúruni.

At sniðgeva kropstongdar lutir í dýrmálmi og øðrum tilfari er ein listagrein í stórari menning á altjóða listapallinum. Arbeitt verður við konseptsmúkkum til hópframleiðslu og eisini unikum objektum til listaframsýningar.

Pernille Falch Heinesen flutti til Føroyar í 1997, tá hon var gift føroyskum manni. Í 2007 valdi hon at víðariútbúgva seg í Danmark, men flutti eftir loknað útbúgving heim til Føroya aftur, og arbeiðir hon í egnum verkstaði á Oyrareingjum.

Hon hevur sýnt fram ymsastaðni bæði her á landi og uttanlands, t.d. í Galleri Goldfingers, Galleri Iron Inc, Galleri Pi og á “Copenhagen Jewellery Fair”. Harafturat hevur hon verið við í verkætlanum eitt nú á Galleri Bærbart. Í Føroyum hevur Pernille sýnt fram á Várframsýningini í 2014 og 2015.

Pernille Falch Heinesen fær íblástur úr føroysku náttúruni og tí mangan gloymda tilfarinum – “gullinum”, sum fjalir seg í náttúruni.

Tað hevur stóran týdning fyri Pernille, at tilfarið, sum brúkt verður, er knýtt at Føroyum. Hon er eksperimenterandi í tilfarsvali og strembar eftir at finna nýggjar hættir at arbeiða og viðgera føroyska tilfarið. Íblásturin er føroyska náttúran og tað, sum fjalir seg í náttúruni. Tøttu bondini, sum eru millum menniskju og náttúru í Føroyum geva henni eisini íblástur.

Á hesi framsýning eru verk, har vomb, vil, horn, skræða, roðsla og skeljafiskur eru brúkt í nýggjum formi saman við silvuri. Sýndu lutirnir eru gjørdir við skulpturmyndum í huga – rúmtekningum. Harafturat eru myndir og smúkkur gjørdar av skræðu.

Á ferniseringini verður tónleikur við næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla. Øll eru vælkomin.

Mentamálaráðið, 23. august 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.