Home Heim & Frítíð Gøtuleikurin kemur suður um fjørð

Gøtuleikurin kemur suður um fjørð

by OML

Suðuroyingar kunnu nú gleða seg til vælumtókta skemtileikin “Renn fyri vívinum”, sum hevur gingið í Gøtu seinastu vikurnar. Tí skjótt verður leikurin eisini framførdur í Hovi.

Losjan við Gøtugjógv hevur verið fullsett nærum hvørt kvøld í apríl, og áskoðararnir hava tikið ímóti skjóttgangandi farsuni við láturkrampum og lógvabrestum. Nú er seinasta sýning í Gøtu farin afturum, og eftir ein skjótan steðg í Løkshøll í Runavík, gongur leiðin suður til Hovs at framføra “Renn fyri vívinum”.

Leikurin snýr seg um taxasjaførin John Smith, sum er giftur tveimum konum. Ein dagin er hann ov seinur heim til báðar konurnar, og tá ið løgreglan skal kanna málið um horvna taxasjaførin, gerst skjótt greitt, at hann ikki er heilt so vanligur, sum øll annars hava hildið hann verið. Áskoðarin verður soleiðis boðin við inn í hurlivasaheimin hjá John, har hann við góðari (og ikki sørt forvirrandi) hjálp, sum frægast roynir at bjarga sær báðum hjúnabondunum.

Rættiligur gravgangur hevur verið eftir at sæð herliga skemtileikin, og allar sýningar hava higartil verið útseldar. Tí ræður um at liggja framvið, um tær altso dámar forvirrandi stuttleika. “Renn fyri vívinum” verður framførdur í miðnámsskúlanum í Hovi leygarkvøldið 7. mai kl.19.00 og atgongumerkini kunnu bíleggjast á telefon 280820.

Meira er at lesa og síggja um leikin á facebooksíðuni “Losjan Glotti í Gøtu”.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.