Hvar blivu Føroyar av á aljtóða veðurlagsøkinum?

0
634

Í gjár savnaðust umboð fyri 171 lond  í  New York fyri at undirrita ta nýggju veðurlagssavtaluna, sum semja varð um fyri jól í París. Enn hava vit  tó onki  frætt frá føroyska uttanríkisráðharranum, hvørs Føroyar gerast ein sjónligur partur av avtaluni, ella um vit mugu noyðast við at vera ein partur av danska byrðubýtinum.

Í 2009 samtykti eitt einmælt løgting, Veðurlagspolitikk Føroya, har málið var 20 % niðurskurður av veðurlagsgassum í mun til útlátið í 2005. Hesin politikkur, sum allir flokkar á Tingi stóðu saman um, og sum hevði breiðan stuðul frá eitt nú SEV, RØKT, Føroya Arbeiðsgevarafelag, var ein stór styrki hjá føroyska landsstýrinum undir veðurlagsráðsamráðingunum til COP 15 í Keypmannahavn í 2009.

Drúgvar samráðingar um at fáa Føroyar positivt nevndar í avtaluni vóru bæði áðrenn og undir sjálvari ráðstevnuni. Hóast Føroyar sum lítil tjóð, neyvan megnaði at gera tey stóru inntrivini í niðurskurðinum av veðurlagsgassum, so var breið semja í Løgtinginum um, at vit áttu at senda umheiminum greið boð um, hvar vit stóðu, og at vit eisini tóku umhvørvið í álvara.  Hóast ongin avtala spurdist burturúr veðurlagsráðstevnuni í 2009,  fingu Føroyar  tað burturúr, at okkara veðurlagsmál og veðurlagspolitikkur vórðu nevnt sjálvstøðugt í yvirlitinum hjá ST  klimapanelinum UNFCCC og ikki sum ein fjaldur partur av Danmark og harvið EU.

Tað undrar, at nú nýggja veðurlagssemjan varð undirritað í New York í gjár, hava vit onki frætt frá uttanríkisráðharranum um støða Føroya.  Somuleiðis er tað undrunarvert, at tað herfyri bórust tíðindi í miðlunum, at tað skuldi gerast eitt innanhýsis byrðubýti millum Danmark og Føroyar, og síðani verða veðurlagsmálini, sum Danmark vegna Føroyar send til klimapanelið hjá ST. Um hetta verður veruleiki er talan um eitt stórt afturstig fyri Føroyar á altjóða umhvørvi og veðurlagssøkinum.

Um vit veruliga meina, at Føroyar skal  skal gerast miðdepil í Arktisk, so má fyrsta stigið verða, at vit gerast sjónlig í altjóða høpi. Serliga hevur hetta týdning á  veðurlagsøkinum, tí tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum gera Arktiska økið áhugavert  millum heimsins tjóðir. Tí er tað okkara skylda at gera tað, vit eru ment, at sjónliggera Føroyar í nýggju veðurlagsavtaluni. Vónandi røkkur visjónin hjá landsstýrinum á altjóða veðurlagsøkinum longur enn at leggja seg undir skjúrtuvelið hjá dønum

Annika Olsen

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin