Home Tíðindir Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg

by OML

Á aðalfundi felagsins tann 21. apríl 2016 stóðu tríggir nevndarlimir fyri valið. Teir vóru Annika Waag, Jákup Egholm Hansen og Jan Müller.

Á aðalfundinum bjóðaðu sjey valevni seg fram. Úrslitið gjørdist at Karl Birgir Isaksen, Birgir Nielsen og Annika Waag vóru vald inn í nevndina.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna D. Brattaberg sum formanni og Ingeborg Godtfred sum næstforkvinnu.

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna myndar eisini í nevndina í TF Holding saman við trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndin í TF Holding verður skipað á sama hátt sum nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.