Home VinnutíðindiAlivinna Alivinnan hevur sjálv gingið á odda fyri at fáa framt tær neyðugu broytingarnar

Alivinnan hevur sjálv gingið á odda fyri at fáa framt tær neyðugu broytingarnar

by OML

Í morgun setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Aliráðstevnuna 2016, ið verður hildin á Hotel Føroyum.

Í røðu síni segði landsstýrismaðurin m.a., at Føroyar hava fremstu alivinnu í heiminum, og úrslitini talan fyri seg. Men trupulleikin við laksalús má takast í størsta álvara. Átøk skulu til fyri at fáa tamarhald á trupulleikunum og lógarverkið má tillagast støðuni.

Markvirðini fyri lús verða tí lækkað stigvíst næstu árini. Málið er ein skipan, har alarin skal tryggja, at ikki verður farið upp um mark. Hugsanin er, at teir alarar, sum megna at halda lúsatølunum niðri uttan at brúka medisinska viðger fáa frælsari virkisræsir. Farið verður nú undir at endurskoða galdandi alilóggávu við tí endamáli at nýmótansgera lógarkarmarnar og tá eisini lata hana rúma nýggjar framleiðsluhættir og vinnumøguleikar, sum galdandi lóg ikki hýsur.

Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at vinnan eisini vilja virka virkin fyri hesum broytingum. Tí alivinnan hevur sjálv gingið á odda fyri at fáa framt tær neyðugu broytingarnar í lóg og reglum.

Røðan hjá landsstýrismanninum:

Góðan dag øll somul.

Eg vil takka Havbúnaðarfelagnum fyri at verða boðin við her í dag og fyri at hava fingið heiðurin at seta aliráðstevnuna 2016.

Føroyar hava fremstu alivinnu í heiminum. Tað man lítil ivi vera um.

Úrslitini talan fyri seg. Føroyskur laksur er eftirspurdur um allan heim. Tí føroyskur laksur er høgt í metum og borgar fyri góðsku.

Tað vekir virðing úti í heimi, at ein vinna í einum landi sum Føroyar langt úti í Norðuratlantshavi hevur megnað at staðið seg í kappingini á altjóða marknaðinum, og enntá er blivin tann fremsta í heiminum.

Handan góðu úrslitini er hart arbeiði, sum tit – sum varða av – leggja eftir tykkum hvønn einasta dag. Og góðu úrslitini bera boð um, at hegni og dugnasemi eru í øllum liðum í vinnuni.

***

Alivinnan stendur í dag fyri umleið helminginum av øllum útflutningsvirðinum – alivinnan er vorðin ein svervektari í okkara búskapi.

Eins og tað er ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum at tryggja alivinnuni bestu umstøður at virka undir soleiðis, at vinnan er kappingarfør og tjenar pengar, er tað er eisini ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum at tryggja haldførið í vinnuni. Og at íkastið til landshúsarhaldið bæði er rímiligt og skynsamt.

Landsstýrið hevur sum kunnugt ásett eitt nýtt tøkugjald fyri alivinnuna. Tøkugjaldið er eitt leigugjald fyri at nýta firðir og náttúrutilfeingi. Hetta leigugjaldið kemur ístaðin fyri serskattin á vinningi, sum undanfarna samgonga setti í verk.

Hetta hevur elvt til kjak. Politiski myndugleikin skal eisini lurta og støðugt hyggja eftir, um karmarnir hjá eini vinnu eiga at tillagast. Men gjald fyri fiski- og alirættindi eru komin fyri at vera.

Í landsstýrinum eru vit sannførd um, at tað er rættari at taka gjald fyri framíhjárættin at ala, heldur enn at leggja ein eyka skatt á vinning.

Hugsanin handan hetta er einføld. Tann vinning, ið alifyritøkurnar røkka, eiga tær upp á sama máta sum allar aðrar fyritøkur í landinum og hava sama møguleika at fáa gagn av egnum førleika, effektivum rakstri og optimering av møguleikunum.

***

Tað er imponerandi at hava upplivað, hvussu alivinnan – hóast eina trilvandi og trupla byrjan og aldudalar – hevur ment seg gjøgnum árini og er blivin til ta stóru og sterku vinnu, hon er í dag.

Orsøkirnar eru fleiri. Gaman í eru viðurskiftini frá náttúrunnar hond – at ala – sera góð í Føroyum. Handan framgongdina hjá alivinnuni eru tó fyrst og fremst ídni og framskygdar visjónir.

Risastóru íløgurnar, sum eru og verða framdar, bera boð um, at alivinnan ikki hvílir á nøkrum laurberjabløðum. Íløgurnar eru – sjón fyri søgn – um eina vinnu í støðugari menning. Eina vinnu, ið ger tað, sum skal til fyri at vera fremst í heiminum.

Tí alivinna er ein vinna, sum støðugt hevur megnað at laga seg til nýggjar tíðar. Og eftir mínum tykki er tað hugtakandi, hvussu føroyska alivinnan – gjøgnum tíðirnar -hevur megnað at loyst tær avbjóðingar, sum vinnuni hevur verið fyri.

***

Vandi er tó í allari vælferð – bæði vinnan sjálv og myndugleikarnir vita, at náttúran og lívfrøðin koma undir trýst, so gera tey vart við seg.

Ongin kennir hesa avbjóðing betur enn tit, sum dagliga virka í alivinnuni.

Trupulleikin við laksalús er í dag ein avbjóðing, sum má takast í størsta álvara. Átøk skulu til fyri at fáa tamarhald á trupulleikunum, men alivinnan er – sum nevnt – ein vinna við handlikraft, og eru tí bæði rakstrarátøk og íløgur gjørdar, sum skulu vinna á hesi avbjóðing.

Lóg og kunngerðir mugu tillagast støðuni og hesum arbeiða vit við í løtuni. Endamálið er at tryggja eina haldføra og burðardygga vinnu. Reglurnar mugu vera greiðar og munagóðar. Tað eru vit øll samd um.

Markvirðini fyri lús verða tí lækkað stigvíst næstu árini. Málið er ein skipan, har alarin skal tryggja, at ikki verður farið upp um mark. Hugsanin er, at teir alarar, sum megna at halda lúsatølunum niðri, uttan at brúka medisinska viðgerð, fáa frælsari virkisræsir.

Saman kunnu vit tryggja vinnuni haldføri – og tá verður eisini haldføri í føroyska búskapinum.

Farið verður nú undir at endurskoða galdandi alilóggávu við tí endamáli at nýmótansgera lógarkarmarnar og tá eisini lata hana rúma nýggjar framleiðsluhættir og vinnumøguleikar, sum galdandi lóg ikki hýsur.

Hesum eri eg sannførdur um, at tit í vinnuni eisini vilja virka virkin fyri. Tí alivinnan hevur sjálv gingið á odda fyri at fáa framt tær neyðugu broytingarnar í lóg og reglum. Tí er føroyskur laksur ikki bara í heimsklassa, men fremst í heiminum.

So enn eina ferð takk fyri heiðurin at vera boðin at koma her í dag. Og eg fari at ynskja tykkum eina góða aliráðstevnu.

Takk fyri!

Kelda & Mynd Vinnumálaráðið

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.