Home VinnutíðindiAlivinna Laksalúsin fer væntandi at minka í ár

Laksalúsin fer væntandi at minka í ár

by OML

Landsdjóralæknin setti í fjør tiltøk í verk, sum væntandi fer at bera í sær, at mongdin av laksalús fer at vera minni í ár, enn hon var í fjør, tá útbreiðslan var størst.

Trupulleikin við skjótt vaksandi talinum av laksalýs í føroyskum alibrúkum seinastu trý-fýra árini fer væntandi at venda í hesum árinum. Orsøkin er, at reglurnar eru herdar fyri útseting av smolti í aliøkjum, ið eru harðast rakt av laksalús. Alarar á hesum økjunum hava longu fingið ella fara at fáa álagt at seta færri smolt út, enn teir vanliga sleppa. Avmarkingini í útsetingini fer væntandi longu í ár at minka um vandan við útbreiðslu av laksalús í alibrúkunum.

Tey miðalgóðu aliøkini, tá ræður um tal av laksalús, sleppa í útgangsstøðinum at seta sama tal av smolti út, meðan í teimum heilt góðu økjunum kann talan gerast um eina øking.

Ein vaksandi trupulleiki við basingini av laksalús er, at lúsin gerst alsamt mótstøðuførari móti teimum evnum, ið nýtt verða at drepa lúsina. Neyðugt er tí at nýta allar nýtiligar hættir at koma trupulleikanum til lívs.

– Tað er eingin lættur og einfaldur háttur at berja niður laksalýs, sum er vorðin alt meira mótstøðufør móti heiliváginum, ið nýttur verður. Tí eru vit noydd at nýta allar gongdar leiðir fyri at koma trupulleikanum til lívs, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Trupulleikin við laksalús finst ikki bert í Føroyum, tí bæði í Noregi og í Skotlandi eru stórir trupulleikar við lakslús.

Landsdjóralæknin vísir á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tætt samstarv við eitt nú norskar myndugleikar á aliøkinum. So skjótt sum fyrru helvt av februar fara føroyskir og norskir myndugleikar at halda felags fund um, hvussu lúsatrupulleikin skal handfarast og komast til lívs.
Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan  Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.