Alt virksemi hjá Landsverki í Hundsarabotni umfevnandi grótbrot, skervverk og asfaltverk er nú umhvørvisgóðkent av Umhvørvisstovuni.
Endamálið við eini umhvørvisgóðkenning er at fáa burðardygga framleiðslu, sum tryggjar, at tilfeingið verður gagnnýtt best møguliga, samstundis sum tiltøk verða gjørd fyri at fyribyrgja ampum og avmarka dálking av umhvørvi, sum kann standast av virkseminum.
Góðkenningin er úrslit av eini langari tilgongd, sum byrjaði heilt afturi á vári 2011. Fyrstu tíðina varð dentur lagdur á at nýta sum minst av orku til framleiðsluna, og harvið minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Eisini varð dentur lagdur á at endurnýta sum mest av tilfari í framleiðsluni.
Til dømis verður nógv av dustinum, sum stavar frá skervframleiðsluni, nýtt beinleiðis í asfaltframleiðsluni.
Á sumri 2014 varð ein varði náddur á grønu leiðini. Tá varð byrjað at endurvinna asfalt í framleiðsluni. Gamalt asfalt kann nú latast inn í Hundsarabotn, har tað verður endurnýtt. Hetta er serliga umráðandi sæð í ljósinum av, at asfalt bæði er avmarkað og somuleiðis sera kostnaðarmikið tilfeingi. Grøni hugburðurin, har minkað verður um nýtsluna av tilfeingi, ger framleiðsluna minni tengda at oljuinnflutingi. Hetta er gott fyri tjóðarbúskapin og samstundis gott fyri umhvørvið sum heild.
Trygd sum heild er eisini eitt øki, sum arbeitt hevur verið nógv við á leiðini fram móti umhvørvisgóðkenningini. Ofta er tað soleiðis, at dálking stendst av óhappum, so tað at fyribyrgja óhappum og hava eina hóskandi tilbúgving mótvegis møguligum tilburðum, sum kunnu koma, er sera umráðandi.
Saman við umsóknini frá Landsverki fekk Umhvørvisstovan eina greiða og útgreinaða lýsing av virkseminum í Hundsarabotni, har Landsverk hevur greiði á øllum útlátum, sum hava týdning fyri umhvørvið. Tað veri seg luftpartiklar. dust og annað útlát, sum stendst av framleiðsluni í økinum.
Eisini skulu neyv hagtøl vera fyri, hvat nýtt verður av tilfeingi, og ikki minst fyri nøgdir av spillevnum, ið standast av framleiðsluni.