Á fíggjarnevndarfundinum í morgun 11. november kunnaði Ingibjørg Berg, kommunustjóri, at hon ynskir at gevast í starvinum frá 1. juni 2016 at rokna. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið í morgun og samtykt at mæla býráðnum til at ganga umbønini á møti.
Ingibjørg Berg hevur tá verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 10 ár. Tey fyrstu 3 ½ árini sum trivnaðarstjóri, og í oktober 2009 tók hon við starvinum sum kommunustjóri.
Ingibjørg Berg sigur, at í so stórum, virknum og fjølboyttum bygnaði sum Tórshavnar kommunu, er ikki nøkur lagalig løta at gevast í ovastu leiðsluni – eins lítið og komandi kommunustjórin kann vænta sær at byrja spakuliga í starvinum – men nýtt býráð tekur við í 2017, og tá ræður um, at nýggi kommunustjórin hevur funnið seg til rættis í starvinum, so fyrisitingin øll er klár.
Starvið sum kommunustjóri verður lýst leyst í næstum.