Home Heim & Frítíð Hjúnaðarskilnaður samrøðubólkur fyri børn

Hjúnaðarskilnaður samrøðubólkur fyri børn

by OML

Hvar skal eg búgva? Kann eg halda fram á sama skúla? Kann eg halda fram við mínum frítíðarítrivum? Hvar skal eg halda jól, føðingardag og summarfrí? Og hvat geri eg, sakni eg mammu, tá ið eg eri hjá pápa, og pápa, tá ið eg eri hjá mammu?

Nógvir spurningar stinga seg upp, tá ið foreldur fara hvør til sítt. Og tí skipar Margarinfabrikkin fimta árið á rað fyri samrøðubólki fyri børn, ið hava foreldur, ið eru farin hvør sína leið.

Bólkurin er fyri børn í 3. – 6. flokki. Børnini hittast mikudag frá kl. 15 – 17 í Margarinfabrikkini.

Nú gleða børnini seg at hittast aftur. Nógv børn hava tikið lut í samrøðubóki seinastu árini. Børnini eru á einum máli um, at tey fáa nógv burturúr at hitta onnur børn í somu støðu. Somuleiðis hava foreldur nógv gott at bera bólkinum.

Í samrøðubólkinum tosa børnini um ymiskt, sum eyðkennir teirra lív sum barn hjá fráskildum foreldrum. Børnini tosa um sorg, longsul og trúfesti. Tey tosa um familjur í tvíningum, um nýggjar familjur og um at flyta ímillum mammu og pápa. Samrøðubólkurin leggur eisini dent á at síggja møguleikarnar. Børnini tosa um egna styrki, um vinfólk og um uppbyggjandi netverk.

Samrøðubólkurin er eitt stað:

  • Har børn hittast, ið hava tað til felags, at mamma og pápi eru farin hvør til sítt.
  • Har ein kann deila tankar og kenslur, og geva hvørjum øðrum góð ráð.
  • Har ein er saman við vaksnum, ið taka ymisk evni upp, sum eru viðkomandi fyri skilnaðarbørn.
  • Har ein kann fáa hjálp og stuðul.

Salua Manai, leiðari og námsfrøðingur og Ingvør Weihe, námsfrøðingur og psykoterapeutur, leiða bólkin.

Ætlar tú at melda barn títt til samrøðubólk, ber til at skriva til ingvorih@gmail.com ella ringja tel 21 57 75.

Seinasta freist at melda til er sunnudagin 10. januar 2016. Øll børn eru hjartaliga vælkomin. Bólkurin er ókeypis.

Kelda:torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.