Aling sera dálkandi fyri firðirnar

0
1690

Norsk alibrúk útlata næsta dupult so nógva kloakk sum allir íbúgvar í Noreg tilsamans. Hetta kemur fram í norskari sending á TV2.NO (Video frá TV2)

Grundi24FO-logo-fokusn til hetta er, at tað ikki verður reinsa undir alibrúkunum og sjálvt um alibrúk verða koyrd út á djúpt vatn á norsku firðunum, so slepst ikki undan at reinsað botnin um umhvørvið skal verða vart.

Í Noreg verða tað ald 1.199.000.000 kg og har búgva 5.189.000 fólk og svarar tað til 231 kg pr í
búgva um vit samanbera við Føroyar 48. 979 og útflyta við sostatt 1.447 kg Laks pr íbúgva nógvar ferðir meira enn Noreg. So dálkar alivinnan nógv í Noreg so er dálkingin fleiri ferðir størri í Føroyum.

Kommunur gera spillivatnsætlanir men alingin dálkar enn meira enn borgararnir

Í Bergen hevur kommunan bukt eina milliard krónur til spillivatnsætlan, (kloakk) men samstundis liggja alibrúk á fjørðinum ið dálka meir enn íbúgvarnir í Bergen. Tí verður ført fram at alingin skuldi havt eitt kloakkavgjald. Sendingin vísir at tað eru stór árin av aling á firðum og neyðugt er at grabba lortin undir alibrúkunum upp um ynski er at økið skal verða í natúrligum standi eftir aling hevur verið á einum økið.

Tilvildarlig savnsmynd aling í Føroyum 24.FO