Home Vinnutíðindi Íverksetaracafé í Tórshavn

Íverksetaracafé í Tórshavn

by OML

Í kvøld 26. okt kl. 19.00, verður fyrsta íverksetarakaféin, sum Nýskapanarhúsið Hugskotið skipar fyri í Posthúskjallaranum. Óluva Zachariasen fer at hava samrøðu  við Kirstin Hammer frá feløgunum Gómagott og Torkil Jonsson frá Veita.fo.

Tey fara at svara uppá spurningar, ið geva áhoyrarunum eina fatan av, hvussu ein kemur “frá hugskoti til veruleika”. Eisini verður dentur lagdur á, hvat Hugskotið bjóðar.

Hugskotið bjóðar kaffi, te og okkurt gott frá Gómagott. Øll  eru hjartaliga vælkomin, sigur Jónhild Rasmussen, umsitari.

Kelda:torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.