Home Fólk & Samfelag Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á ársfund Norðurlandaráðsins í Reykjavík

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á ársfund Norðurlandaráðsins í Reykjavík

by OML

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer í dag saman við løgmanni og øðrum landsstýrisfólkum á ársfund Norðurlandaráðsins, sum í ár verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.

Umframt at taka lut í sjálvum ársfundinum skal landsstýriskvinnan m.a. á fund við  norðurlendsku mentamálaráðharrarnar. Saman við mentamálaráðharrunum úr Grønlandi og Íslandi skal Rigmor Dam á fund í Útnorðurráðnum.

Á ferðini skal landsstýriskvinnan eisini hava fundir við aðrar ráðharrar eitt nú danska mentamálaráðharran, Bertel Haarder, og danska undirvísingarmálaráðharran, Ellen Trane Nørby.

Hósdagin fer landsstýriskvinnan á fund við íslendska mentamálaráðharran, Illuga Gunnarsson, og íslendska kringvarpsstjóran, Magnús Geir Þórðarsson.

Landsstýriskvinnan verður hjástødd, tá ið norðurlendsku heiðurslønirnar, har Føroyar eiga ikki færri enn fýra tilnevningar, verða handaðar í Hørpuni í annaðkvøld.

Rigmor Dam kemur aftur til Føroya fríggjadagin 30. oktober.

 

 

Mentamálaráðið, 26. oktober 2015

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.