REGIN I JAKOBSEN NÝGGJUR STJÓRI HJÁ VÁGA FLOGHAVN

0
23
Mynd: 24.FO

Eftir at farið varð undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra fyri eini tíð síðani, hevur nevndin fyri P/F Vága Floghavn gjørt av at seta Regin I Jakobsen sum stjóra í felagnum. Ikki færri enn góðir 60 umsøkjarar vóru til starvið, teirra millum fleiri ógvuliga væl skikkaðir.

Regin er 53 ára gamal og útbúgvin Cand.Merc.aud. frá Handilsháskúlanum í Aarhus. Hann

kemur úr einum starvi sum stjóri í Búnaðargrunninum, har hann hevur starvast seinastu góðu fimm árini. Áðrenn hetta var hann fyribilsstjóri hjá Strandferðsluni í nakrar mánaðir. Frá 2008 til 2013 var Regin fíggjarleiðari hjá Vága Floghavn, so til ber at siga, at hann nú kemur aftur á kendar leiðir. Umframt hetta hevur hann aðrar viðkomandi royndir.

”Vit eru sera fegin um, at Regin hevur játtað at taka við stjórastarvinum. Umframt fakligu

førleikarnar hevur hann ógvuliga viðkomandi royndir, sum vit ikki ivast í fara at koma Vága Floghavn til gagns. Saman við nevndini og dugnaligu starvsfólkunum hjá Vága Floghavn skal hann vera við til at tryggja góðu gongdina og fyrireika flogvøllin til framhaldandi vøkstur,” sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn.

”Eg eri ógvuliga spentur og ikki minst glaður um at hava fingið henda møguleika, tí hetta er ein dreymaavbjóðing fyri meg. Eg síggi fram til at fara undir arbeiðið, og við góðum samstarvi við nevndina og góðari hjálp frá nærlagda starvsfólkahópinum fari eg at gera mítt ítarsta fyri brynja Vága Floghavn til framtíðar avbjóðingar,” sigur Regin I Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn.

Regin byrjar í starvinum 1. desember 2019.