Home Fólk & Samfelag Føroyar best fyrireikað til Brexit

Føroyar best fyrireikað til Brexit

by OML

Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit og altjóða umhvørvissamstarv vóru høvuðsmálini, tá norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir hittust í Washington í dag.

Orsøkin til, at fundurin var í Washington í ár, er tann, at flestu ráðharrarnir vóru á ársfundi hjá altjóða gjaldoyragrunninum IMF, sum liggur í Washington. Avgjørt varð tí at halda norðurlendska ársfundin samstundis.

Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit fingu nógva umrøðu á fundinum. Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, vísti í hesum sambandi á, at Føroyar longu hava fingið í lag handilssáttmála við Bretland, og somuleiðis tryggja sær fiskiveiðiavtalur.

Semja var um á fundinum, at Føroyar er tað norðanlandi, sum er best tryggja móti avleiðingunum av Brexit.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, var vertur fyri fundinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.