Home Fólk & SamfelagPolitikkur BTÚ 1 milliard lægri enn Kristina Háfoss upplýsti

BTÚ 1 milliard lægri enn Kristina Háfoss upplýsti

by OML

Her eru nógvir fuglar á takinum; bara tað ikki eisini eru rottir á loftinum

Tá játtanarkarmarnir fyri komandi ár vóru lagdir fram í februar, vildi Henrik Old hava R7 tíðandamannin og tá júst kunngjørda valevni at seta spurningur. Tá umhugsaði eg at spyrja tað sum stendur omanfyri. Men tá megnaði eg at standa ímóti freistingini.

Men nú Hagstovan hevur almannakunngjørt útrokningina av bruttotjóðarúrtøkuna fyri 2016 og 2017
angri eg, at eg ikki setti spurningin í februar.

Tað er Hagstovan sum roknar bruttotjóðarúrtøkuna. Higartil hava vit bara havt tøl fram til 2015.

Nú eru so tølini fyri 2016 og 2017 komin. Og tey eru munandi lægri enn áður mett.

Onkur framrokning hevur verið. Men tey sum vanliga meta um hesi tøl eru:

  • Landsbankin
  • Búskaparráðið
  • Fíggjarmálaráðið

Tá játtanarkarmarnir vóru framlagdir fingu vit upplýst, at BTÚ í 2018 var 20,3 milliardir.

Vit síggja eisini at rokna verður við góðum 9% vøkstir í 2016 og uml. 4% vøkstri í 2017. Men tølini hjá

Hagstovuni eru munandi lægri. Tey eru 6,9% og 3,3%.
Tí er tað sum upplýst bleiv undir framløguni av játtanarkørmunum verður tí 1 milliard skeivt.
Bruttutjóðarúrtøkan verður tí bara 19,3 mia. og ikki 20,3 mia.
Staðfestast kann eisini, at tølini fíggjarmálaráðið brúkar í játtanarkarmunum er munandi hægri enn tølini onnur hava brúkt fyri 2016 og 2017

Kanska fíggjarmálaráðið roynir at mála alt ljósareytt. Men tað viðførur eisini at tað ikki kann avvísast
at rottur eru á loftinum.

Eivind Jaocbsen
Valevni fólkafloksins

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.