Home VinnutíðindiFiskivinna Avreiðingarnar fyrsta ársfjóðring 2019

Avreiðingarnar fyrsta ársfjóðring 2019

by OML

Stór øking í avreiðingum av toski og hýsy. Uppgerðin hjá Hagstovuni vísur sera jaliga gongd hjá hesum fiskasløgum, meðan tað er stór niðurgongd í upsaveiðuni.

Avreiðingarnar fyrsta ársfjóðring  2019

Uppgerð av avreiðingunum fyrsta ársfjóðring 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór ella lítil royndin hevur verið.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.