Home Fólk & SamfelagPolitikkur BTÚ var 1 milliard skeivt

BTÚ var 1 milliard skeivt

by OML

Kristina Háfoss vil verða við, at tað eg skrivaði í gjár, ikki var rætt. Tí hendan útgreiðning

28/2-2018 legði Kristina Háfoss fram fíggjarkarmar. Tá upplýsti hon, at BTÚ var 20,3 mia. Nú sigur hon, at eg havi misskilt okkurt. Tí skera vit tað út í papp.

Í framlagda bólklingi stó hendan talva.

Her sæst tíðiliga at vøkstur í BTÚ í 2016 er uml. 9,8% og í 2017 er vøksturin 4% og 2,2% 2018 og 3,6% í 2019 verður upplýst í teksti.

Hagstovan uppgevur 6,9% fyri 2016 og 3,3% í 2017

BTÚ sambært Hagstovuni er

Hagstovan           FMR

2014      15.999

2015      16.941                  16.941

2016      18.103                  18.552 +9,8%?

2017      18.708                  19.346 + 4% ?

2018      19.326 +3,3%     20.300? Sambært játtanarkarmar.

Ongantíð áður er talið ca. 9,8%, sum sæst í talvuni og ei heldur 9% BTÚ vøkstur fyri 2016 nevnt. Hví hetta tal er enda í Fíggjarkarmørmunum veit eg ikki.

Sambært framløguni er tað rímuliga greitt, at talan er um BTÚ fyri 2018. Á síðu 5 lesa vit: BTÚ +21% ella +3,5 mia. kr. Er nú mett til 20,3 mia. kr. (2015 btú var 16,9 mia +3,5 mia er ca 20,4 mia. fyri 2018)

Á síðu 41 lesa vit: Btú vøkstur 2016 9,3% og 2017 4,1% og 2018 2,4% og 2019 3,6% og 2020 3,0% Vøkstur í BTÚ (við Hagstovuni og fíggjarmálaráðnum sum keldu)  Á Síðu 25 eru prosentini sum uppgivin verða nøkur onnur.

Um tey tosa um BTÚ fyri 2020, so átti tað at verið nevnt. Ja, eisini um tað var fyri 2019, sum júst var byrja átti tað at verið greitt tilskilað. Harumframt er 20,3 mia. bara eitt tal, sum sjálvandi ljóðar stórt. Men ætlanin var kanska at imponera og geva fólki aðra fatan enn tað, sum rætt er?

Tjóveldi, gangi eg út frá, reklamerar við at BTÚ er 394 tús. Kr. pr. íbúgva, sum svarar til 20,3 mia. Síðan verður samanlíkna við onnur lond. Sær út til, at tað eru onnur enn eg, sum hava skilt 20,3 mia. sum BTÚ fyri 2018.

 

 

Sum øll síggja, so er støðan tann, at tað verða uppgivin ymisk tøl fyri tað sama, alt eftir hvørja síðu ein lesur. Fyrimunurin er sjálvandi, at so kann ein velja tey tøl, sum passa best til høvið.

Soleiðis átti tað ikki at verið. Tað er ongin umbering fyri slíkum. Tað átti at verið møguligt at upplýst bæði røtt tøl og sama tal í bóklingi á 46 síður.

Eg standi tí fast við mítt, at tølini Kristina Háfoss upplýsti eru 1 milliard skeiv. Um tað er av ósketni ella tað er fyri at hava eitt tal til hvørt høvið veit eg ikki.

Sjálvandi dugir Kristina at velja onkur tøl úr rúgvuni og síðani at argumentera fyri sínum. Tað dugi eg eisini og skal eg vísa eitt dømi.

31 desember 2015 var tøki peningur landskassans 603 mió. 23 apríl 2019 var tøki peningurin 708 milliónir. TVS tøki peningur omanfyri minstainnlánið. Kristina hevur bara samla 105 milliónir í kassan seinastu árini. Tað vil eisini siga, at Kristina eigur kanska 3-400 milliónir til at niðurgjalda skuld við. Tí eigur hon ikki pengar at gjalda tær 1,2 mia. sum hon ætlaði. Tí noyðist hon at lána minst 750 milliónir og kanska eina heila milliard til at gjalda lán, sum fellur til gjaldingar í juni. At brúka hagtøl soleiðis er best egna til at arga og manipulera. Tølini eru røtt, men hetta er ikki serliga uppbyggjandi máti at brúka hagtøl.

Tað ber til at seta sjálvstýraran til í góðum tíðum. Men tað tekur rættuliga fast í ringum tíðum. Best  hevði verið verið at rætta tølini, soleiðis at øll tosa um tað sama.

 

Eivind Jacobsen

Valevni Fólkafloksins

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.