Nú nærkast vit endanum á einum hendingaríkum ári á Tjóðsavninum við nógvum spennandi tiltøkum og serframsýningum, bæði á Tjóðsavninum og úti um landið
![](https://usercontent.one/wp/www.fo24.net/wp-content/uploads/2018/12/tjósavnið2018beinagrind-1024x733.png?media=1656370268)
Sum eitt síðsta sprell, bjóða vit tær ókeypis atgongd til Tjóðsavnið restina av árinum og vit hava fylt savnsbúðina við forkunnugum og spennnandi gávulutum – um tú skuldi manglað seinastu jólagávuna.
Vit gleða okkum til eitt spennandi 2019 við ynskjum um eini gleðilig jól og gott nýggjár.