24.FO

Fiskivinna

Føroyar og Noreg gjørt semju um fiskiveiðiavtalu fyri 2019

Føroyar og Noreg eru komin ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019. Londini bæði vóru á einum máli um at varðveita støðið í avtaluni, og bert smávegis broytingar eru í kvotabýtinum í mun til 2018.

Føroyska kvotan av botnfiski í norskum sjógvi hækkar við 200 tonsum í 2019. Føroysk skip hava harvið 4.610 tons av toski, 1.075 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2019. 

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.450 tons av toski og 300 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi.

Fyri norsk skip vóru smávegis tillagingar í kvotunum. Kvotan av blálongu og longu og kvotan av brosmu hækka samanlagt 220 tons, ímeðan upsakvotan lækkar 50 tons. Aðrar botnfiskakvotur verða óbroyttar í mun til 2018. Føroyar gingu á møti einum norskum ynski um at økja um loyvdu hjáveiðuna pr. dag, men loyvda hjáveiðan pr. túr verður óbroytt.

Norska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2019 verður óbroytt 5.979 tons, meðan atgongdin hjá norskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2019 verður 30.000 tons ímóti 32.640 tons í 2018.

Sum liður í avtaluni um makrel hava Føroyar og Noreg 29. november gjørt avtalu um atgongd at fiska makrel. Londini kunnu sambært hesi avtalu fiska 28.819 tons av makreli hvør hjá øðrum.

Andras Kristiansen var samráðingarleiðari fyri Føroyar, og Ingrid Vikanes var samráðingarleiðari fyri Noreg. Tey skrivaðu undir avtaluna millum Føroyar og Noreg seinnapartin hósdagin 13. desember.

- Advertisment -

Most Popular

Fótbóltur 5 umfær -talva inni á greinini

HB førir í Betri deildini nú 5 umfør eru leikt. NSÍ og KÍ og B36 hava øll 12 stig, meðan HB hevur 15 stig....

Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!

Hjálp, hjálp og aftur hjálp! Jú føroyingar eru, hesar Koronamerktu dagar, gestir í einum veruligum hjápargildi, har vit sjálvi eru vertir. Higartil hevur fólkið í...

Varaleiðari

Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga...

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Seneste kommentarer