Home Tíðindir Atlantic Airways undirskrivað avtalu um nýggjan Airbus 320neo

Atlantic Airways undirskrivað avtalu um nýggjan Airbus 320neo

by OML

Atlantic Airways og amerikanska felagið, Air Lease, hava í dag undirskrivað sáttmála um, at Atlantic Airways langtíðarleigar eitt nýbygt Airbus A320neo flogfar. Føroyska flogfelagið yvirtekur nýggja flogfarið fyrsta ársfjórðing 2019.

Ætlanin er at seta nýggja flogfarið í regluliga flúgving á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Keypmannahavn.

Airbus A320neo flogfarið, ið tekur 174 ferðafólk, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini. Nýggja flogfarið verður, eins og verandi flogfør, útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum.

Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður latið aftur í 2019, tá Airbus A320neo kemur í flotan.

Fyri góðum ári síðani keypti Atlantic Airways A320 flogfarið, sum var bygt til føroyska flogfelagið, umframt tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW139. Tá flotin er dagførdur við nýggja Airbus A320neo, verður miðalaldurin á flogførunum einans trý ár og miðalaldurin á tyrlunum tvey ár.

Atlantic Airways hevur sum sítt fremsta mál at knýta Føroyar at umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið, samstundis sum rutunetið eisini gevur útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. Útboðið av flogsetrum hevur ongantíð verið størri enn nú, ið rutunetið fevnir um beinleiðis fráferðir úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria.

Vinaliga

Atlantic Airways

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.