24.FO
Home Fólk & Samfelag Føroyar flyta seg skjótast

Føroyar flyta seg skjótast

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittust Stokkhólmi. Poul Michelsen, landsstýrismaður, nýtti millum annað høvið at kunna hinar ráðharrarnar um Arctic Hubs ráðstevnuna, sum verður í Føroyum í mai, og beyð teimum øllum til Føroya í sambandi við ráðstevnuna.

Fyri sjálvan fundin varð hagfrøðiliga tíðarritið State of the Nordic Region lagt fram. Kanningin tekur støði í útvaldum økjum í Norðurlondum, og tølini vísa, at londini er komin væl fyri seg eftir fíggjarkreppuna í 2008. Fólkatalið er mett at vaksa við 10 prosentum upp í 29 milliónir í 2030 og arbeiðsloysið er lágt.

Føroyar standa seg sera væl á fleiri økjum, og eru sambært greiningini tað øki í Norðurlondum við bestu evnum sum samfelag at flyta seg, ein sonevndur top mover í mun til seinastu kanning av hesum slagi.

“Sostatt eru búskapurin, støðan á arbeiðsmarknaðinum og fólkatalið í Føroyum styrkt samanborið við onnur Norðurlondu síðan 2015. Úrslitið er eitt gott amboð, ið eggjar okkum at halda fram at arbeiða miðvíst,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og leggur afturat, at hinir samstarvsráðharrarnir vístu góðu úrslitunum hjá Føroyum ans.

Tann 20. februar skipa NORA og Norðurlandahúsið fyri framløgu av State of the Nordic Region í Norðurlandahúsinum, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fer at bjóða vælkomin. Øll frágreiðingin kann lestast her.

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer