26.358 løntakarar í november

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo
Trendurin í november, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 26.395, og tað er met.

Tølini fyri løntakarar í november mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki.
Í november í fjør vóru løntakararnir 26.358 í tali.
Trendurin í november, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 26.395, og tað er met. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið avtakandi síðani árskiftið 2016/2017.
(trýst á myndina, so gerst hon størri)
Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.