Home Tíðindir Arbeiðsloysið einans 2% í oktobur

Arbeiðsloysið einans 2% í oktobur

by OML

Í oktober var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%. Seinastu tólv mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2% og 2,9%. hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

. Arbeiðsloysið hjá monnum er 1,9% og hjá kvinnum er tað 2,6%. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 621 persónar í oktober í ár.

(trýst á myndir, so tær gerast størri)

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.

Um árstíðarjavning

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað

Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
– Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
– Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
– Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.