18.6 C
Munich
onsdag, juli 28, 2021

Ferðslutrygdin við Kaldbaksbotn má betrast

Djóni Nolsøe Joensen - Savnsmynd LV

Must read

Vit hoyra tíverri við jøvnum millumbilum um omanlop á vegastrekkinum á vestara armi í Kaldbaksbotni. Hetta er til stóran ampa fyri nógvu ferðsluna til og frá høvuðsstaðnum og kann um illa vil til og onki verður gjørt, elva til stóra vanlukku, sigur Djóni Nolsøe Joensen tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann setti tí í gjár Henriki Old, landsstýrismanni við samferðslumálum, ein munnligan fyrispuring hesum viðvíkjandi.

Spurningarnir eru soljóðandi:

  1. Hví er onki gjørt fyri at tryggja vegin í Kaldbaksbotni betur ímóti omanlopi?
  2. Eru ætlanir um at bøta um trygdina á hesum vegastrekki?
  3. Um so er, hvussu og nær?

Djóni viðmerkir víðari:

Serliga er tað strekkið frá rulluportrinum við avkoyringina til Kaldbaks og einar 500 metrar suðureftir móti Sundi, sum er serliga ábært. Her er lendið serliga `leyst` oman fyri vegin og tí í støðugum vanda fyri at leypa.

Oftast eftir ódnarveður við nógvum regni, ella tá ið blot kemur í eftir frost, loysnar tilfar í lendinum oman fyri vegin, so at eyrur og grót endar niðri á vegnum og skapar ótrygg ferðsluviðurskifti.

Tað kemur javnan fyri, at fólk mugu út úr bilinum fyri at flyta grót av vegnum. Hetta er ikki heilt vandaleyst, tá tað bæði setur viðkomandi og onnur í stóran vanda fyri at koma illa fyri í nógvu ferðsluni.

Tað kann undra, at ikki størri fokus hevur verið á hesum ferðsluvandanum áður. Her kann vid smáum átøkum gerast nógv fyri at tryggja og betra um hetta lutfalsliga stutta vegastrekkið.

Og heldur ikki nýtist at vera talan um at nýta so ovurhondsstórar peningaupphæddir fyri at gera hetta strekkið, við so nógvari dagligari ferðslu, munandi tryggari í framtíðini.

 

Á Løgtingi, 27. november 2017

 

Djóni Nolsøe Joensen

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.