Home Tíðindir Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum

Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum

by OML

P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur skipanirnar í felagnum fyri 5 mió. kr. Hetta er fyrsta stigið, at Gjaldstovan tekur yvir báðar loysnirnar í P/F Mínboks, sum eru Mínboks og Mínlykil. Við hesum hevur Gjaldstovan fíggjarligu ábyrgdina og fær samstundis fulla ávirkan á loysnirnar. P/F Mínboks, sum Posta og Elektron eiga í felag, heldur fram at hava rakstrarligu ábyrgdina. Í seinasta lagi 31. desember í 2018 yvirtekur Gjaldstovan loysnirnar fult og heilt.

Partarnir eru samdir um, at hetta er eitt skilagott stig, og Gjaldstovan sær stórar møguleikar í loysnunum í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar.

Meira um avtaluna kann lesast her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.