MÚ mótmælir villeiðanidi úttalilsir hjá Landsstýrismanninum í Løgtinginum.

0
415
Absalon í Buð - Mynd 24.fo

Undir viðgerðini av Løgtingsmáli nr. 31/2017 tann 16.11.2017 segði landsstýrismaðurin (ikki orðarætt citat), at útróðrarflotin í nýggju lógini um sjófeingi fór at fáa betri sømdir, enn hann nakrantíð hevur havt í føroyskari fiskivinnulóggávu, eftirsum hann er tryggjaður 52 % av toska- og hýsurættindunum undir Føroyum.

M/B KALLANES  KG 589 á Vánni í Klaksvík

MÚ mótmælir hesi útsøgn landsstýrmansins, sum er sera misvísandi. Pappírsrættindi í nýggju lógini um sjófeingi siga einki um reellu rættindini í nýggju lógini um sjófeingi. Einki felag, heldur ikki feløg, sum eiga útróðrarbátar, kunnu gjalda hýru og rokningar og forrenta vinnutól við pappírs-rættindum uttan mun til, um talan er um kvotur ella fiskidagar, og uttan mun til, um hesi feløg undir einum fáa 5.000 , 10.000 ella 15.000 fiskidagar ella 40, 50 ella 60 % av ásettu rættindunum. Rokningar, hýrir og endurnýggjan kann bert gjaldast við avlopi pr. fiskidag (munin millum inntøku og útreiðslur) x við talið av brúktum fiskidøgum. Nýggja hugtakið ”luft í skipanini” – óbrúktir fiskidagar – avspegla, at avlopið pr. fiskidag hjá hesum skipabólkum hevur ikki verið nøktandi, uttan mun til hvussu nógv rættindir vóru á pappírinum. Einki í nýggju lógini hesum viðvíkjandi er broytt í mun til verandi lóg. Vegna Meginfelag Útróðrarmanna Abslon í Buð.