Home Tíðindir Gerda Danielsen heiðrað við ”Den Kongelige Belønningsmedalje” 

Gerda Danielsen heiðrað við ”Den Kongelige Belønningsmedalje” 

by OML

Gerda Danielsen, sum hevur starvast í BankNordik í 49 ár, fekk á samkomu fyrr í vikuni viðurkenningina ”Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.

Sum 18 ára gomul byrjaði Gerda sum lærlingur í táverandi Føroya Banka tann 2. september í 1968, og hon hevur síðani starvast innan ymisk øki í bankanum í útvið hálva øld, uttan íhald. Øll árini hevur hon við sínum holla kunnleika, eldhuga og dugnasemi verið ein dyggur stuðul hjá starvsfelagunum. Gerda hevði sín seinasta arbeiðsdag fyrr í vikuni, og í BankNordik fegnast tey um at kunna heiðra hana við kongaliga heiðursmerkinum. 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.