Gott hálvár hjá BankNordik

BankNordik 03-08-2017

0
374

Í roknskapinum fyri fyrra hálvár 2017 sæst, at árið higartil hevur roynst væl hjá BankNordik. Rakstrarúrslitið er 94 mió. kr., og úrslitið áðrenn skatt 112 mió. kr. Økta virksemið og góða búskapargongdin í føroyska samfelagnum síggjast aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum.

”Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár, sum er eitt sindur betri enn væntað. Kjarnuvirksemið stendur seg væl á øllum marknaðum, og alsamt fleiri viðskiftafólk velja at savna síni fíggjarviðurskifti hjá okkum. Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur í hálvársúrslitinum, ið er merkt av hóvligum útlánsvøkstri til bæði privatkundar og vinnulív, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Økta virksemið á øllum marknaðum, hækkandi talið av heildarkundum og hóvligi útlánsvøksturin viga lutvíst upp ímóti rentuinntøkunum, sum framvegis eru undir trýsti. Niðurskrivingar av útlánum eru framhaldandi á einum lágum støði, og hetta metir bankin vera sera nøktandi.

Søguliga lága altjóða rentustøðið, góða búskaparliga gongdin og fólkavøkstur elva til øktan eftirspurning eftir bústøðum í høvuðsstaðarøkinum. Hóast hetta hevur hækkandi sethúsaprísir við sær, so vísa tøl bankans, at bankalán og realkredittlán til privatkundar bert eru økt við umleið 3% seinastu 12 mánaðirnar. Á føroyska marknaðinum er tað sostatt serliga vinnulívið, ið umboðar hóvliga útlánsvøksturin, sum sæst í hálvársroknskapinum. Síðani ársskiftið eru útlán bankans samanlagt hækkað við 287 mió. kr., harav 53 mió. kr. eru útlán til føroyskar privatkundar.

Dótturfeløgini hjá BankNordik hava eisini staðið seg væl í fyrra hálvári. Tryggingarfelagið Trygd hevði vaksandi tryggingarinntøkur, meðan skaðafráboðanirnar vóru á einum vanligum støði. Úrslitið fyri fyrra hálvár var 5 mió. kr. áðrenn skatt. Nógva virksemið á sethúsamarknaðinum sæst eisini aftur í tølunum hjá meklarafyritøkuni Skyn, sum seldi nógvar ognir í fyrra hálvári.

Roknskapurin fyri fyrra hálvár 2017 í stuttum

  • Úrslitið áðrenn skatt var 112 mió. kr. samanborið við 86 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016.
  • Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar var 89 mió. kr. samanborið við 97 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016.
  • Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 5 mió. kr. samanborið við 4 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2016.
  • Útlán bankans hækkaðu við 33 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2016, hóast avtøkuna av danska vinnukundavirkseminum.
  • Innlánini hækkaðu úr 12,9 mia. kr. í fyrra hálvári 2016 til 13,5 mia.
  • Solvensurin var 17,9% samanborið við 17,1% sama tíðarskeið í 2016.
  • Leiðsla bankans væntar framvegis, at ársúrslitið áðrenn niðurskrivingar, virðisjavna og skatt verður 150-190 mió. kr. (Fyrra hálvár 2017: 89 mió. kr.)
OLYMPUS DIGITAL CAMERA