Home Tíðindir Almenn hoyring um Dokkhøllina

Almenn hoyring um Dokkhøllina

by OML

Dagin eftir borgarafundin á Skála um Dokkhøllina, varð málið viðgjørt á býráðsfundi hjá Runavíkar kommunu hin 24. mai. Tekniska deildin hjá kommununi hevði mælt til at gera eina sersamtykt fyri D-22-økið á Skála. Byggi- & býarskipanarnevndin hevði frammanundan viðgjørt málið hin 15. mai og umframt at taka undir við tilmælinum frá TD, legði nevndin áherðslu á, at býráðið kann seta krøv til útsjónd av bygninginum í samband við viðgerð av byggiloyvinum. Hin 17. mai tók Vinnu- & havnarnevndin undir við BBN. Hetta skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðuni.

Á býráðsfundinum setti borgarstjórin fram eitt broytingaruppskot til tilmælið, sum var soljóðandi:

Borgarstjórin setti fram broytingaruppskot um:
-At tikið verður undir við uppskotinum til sersamtykt fyri D22-økið á Skála.
-At hendan samtykt á ongan hátt merkir, at býráðið hevur givið tilsøgn um byggiloyvi til dokkhøllina í mun til umsóknina frá P/F Mest um byggiloyvi frá desember 2015 og seinni innsendum tekningum frá 2016.
-At málið um byggiloyvi til dokkhøllina skal takast upp til politiska viðgerð aftaná, at býarplansbroytingin er endaliga góðkend av landsmyndugleikunum.

Broytingaruppskotið varð samtykt við 9 atkvøðum fyri, meðan ein býráðslimur ikki atkvøddi, og ein annar var burturstaddur.

Harvið verður umsóknin um byggiloyvi, sum kom Runavíkar kommunu í hendi í desember mánaða 2015, tikin uppaftur til politiska viðgerð av nýggjum, tá ið formella/tekniska málsgongdin í málinum einaferð er komin at enda og avgreidd.

Málið um serstaka byggisamtykt fyri høll yvir Turrdokkina hjá MEST á Skála fer nú til almenna hoyring. Í døgunum frá 6. juni og fram til 27. juni 2017 liggur broytingin í byggisamtyktini frammi til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í vanligari upplatingartíð. Annars er endafreistin fyri møguligum mótmælum og/ella broytingaruppskotum sett til 18. juli 2017. Lýst verður við hesum í bløðunum hesa vikuna, fyrstu ferð í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í dag.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.