Home VinnutíðindiFiskivinna Skip til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna

Skip til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna

by OML

Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 1.800 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota sambært § 20 í lógini um vinnuligan fiskiskap í 2017. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru at finna í sjálvari lýsingini, sí leinkju niðanfyri.

Freistin at svara er hósdagin 15. juni 2017 við telduposti til hav@hav.fo

Les alla lýsingina her

Savnsmynd 24.fo nótaskip

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.