3.9 C
New York
mandag, januar 18, 2021
Home Tíðindir Eftirlýsti maðurin handtikin

Eftirlýsti maðurin handtikin

Við sera góðari hjálp frá borgarunum og ikki minst manningini umborð á Norrønu, bleiv eftirlýsti maðurin eyðmerktur og tað vísti seg, at talan var um sama mann, sum bleiv vístur á myndunum.

 

Mynd frá: Rigspolitiet

Talan er um ein 29 ára gamlan útlending.

Manningin umborð á Norrønu gjørdi eftir avtalu við politiið eina sivila handtøku í gjárkvøldið og setti hann í klivan umborð.

Í kamarinum hjá manninum, bleiv funnin peningaupphæddin, sum bleiv stolin.

Tá Norrøna kom til Hirtsals í morgun, stóð politiið í Norðurjyllandi og tók ímóti manninum, sum nú er í varðhaldi hjá politinum. Maðurin verður grundlógaravhoyrdur seinni í dag í Ålborg við atliti til at fáa mannin til Føroya til rættarsókn í Føroyum.

Politiið vil fegið takka øllum sum hava hjálpt til við at uppklára málið.

Hildur Hentze

politikommisserur

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer