Tað er búskaparligt hásummar í Føroyum. Búskaparvøksturin er 7-8%. Stór framgongd er serliga í alivinnu, uppsjóvarvinnu og byggivinnu. Arbeiði er til nærum allar hendur, og útflutningurin veksur við heilum 13% í løtuni. Alsamt fleiri størv verða skapt, og eru eisini alsamt fleiri, ið velja Føroyar. Eru vorðin 762 fleiri seinasta árið, og eru vit nú fleiri enn 50.000 føroyingar.
Úrslitið er, at føroyska framleiðslan setur met. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit eina framleiðslu fyri hvønn íbúgva (BTÚ pr. íbúgva), ið er mett at vera hægri enn bæði í Íslandi og Danmark. Ríkisveitingin er nú bert 3,3% av BTÚ. Búskaparliga eru vit meira sjálvbjargin enn nakrantíð.
Eftir búskaparligt summar kemur heyst
Men sjálvt um tað gongur væl, so hevur søgan lært okkum, at eftir búskaparligt vár og summar, koma heyst og vetur. Í løtuni eru nógv viðurskifti, ið stimbra búskaparvøksturin, eitt nú høgi laksaprísurin, stóru uppsjóvarkvoturnar, lága rentustøðið og lági oljuprísurin. Hetta eru øll viðurskifti, ið skjótt kunnu broytast. Landsstýrið og samgongan taka tí neyðug stig til at bjálva og brynja føroyska samfelagið til framtíðina. Tí tað er avgerandi neyðugt at vit kunnu reka eitt trygt vælferðarsamfelag um búskaparligur mótvindur og minkandi inntøkur raka landið. Hetta krevur ein skynsaman fíggjarpolitikk, ikki minst í hesu góðu tíðum.
Bjálva búskapin við lágum rakstrarvøkstri og vaksandi avlopi
Hetta verður framt við lágum rakstrarvøkstri og vaksandi avlopi. Avlopið verður í størstan mun nýtt til at rinda aftur skuld, og verður 20% av avlopinum hartil sett í Búskapargrunn Føroya, til at standa ímóti við í verri tíðum og til at gera búskapin meira sjálvbjargnan.
Játtanarkarmarnir fyri 2018, ið Løgtingið júst hevur samtykt, leggja fíggjarpolitisku kósina hjá samgonguni fyri árini 2018-2022. Í 2018 verður rakstrarvøksturin 1,5%, umframt lønarvøkstur. Hetta er ein varin rakstrarvøkstur, serliga sæð í ljósinum av stóra fólkavøkstrinum, ið setur krøv til fleiri vælferðartænastur.
Úrslitið er, at meðan landið hevði hall á samanlagdar 3 mia. kr. árini 2008-2015, eydnaðist í 2016, ið var fyrsta heila árið hjá samgonguni, at fáa avlop á 158 mió. kr.. Í ár væntast avlopið at gerast omanfyri 200 mió. kr. og fyri árið 2018 hava vit sett okkum sum mál, at røkka 330 mió. kr. í avlopi.
Raðfesta sjálvbjargni, samhaldsfesti og tíðarhóskandi samfelag
Hildið verður áfram móti máli samgongunnar, og komandi tíðina verða tí raðfest átøk, ið skapa størri sjálvbjargni, styrkt samhaldsfesti og eitt meira tíðarhóskandi samfelag. Millum uppraðfestu økini í 2018 verður størri játtan til heilsuverkið, játtan til lestrarstuðul í 12 mánaðar, fyritíðarpensjónin skal betrast, størri játtan til virðisskapan innan fiskivinnu og styrking av mentanargrunni, umframt økt játtan til neyð- og menningarhjálp. Fiskivinnunýskipan og pensjónsnýskipan eru eisini millum stórmálini fyri framman.
Málini eru bjørt og raðfestingarnar greiðar, men saman við lága rakstrarvøkstrinum krevur hetta, at landsstýrið støðugt fremur neyðug átøk, ið tryggja, at vit støðugt nýta hvørja krónu í almenna geiranum so skynsamt sum møguligt.
Mennandi íløgur kring landið
Skal framgongdin og fólkavøksturin halda áfram er neyðugt við íløgum, ið brynja okkara samfelag til avbjóðingarnar fyri framman. Mennandi íløgur verða tí gjørdar kring landið fyri samanlagdar 330 mió. kr. í 2018. Íløgurnar svara til um 7% av landsins útreiðslum, meðan rakstrarútreiðslurnar eru um 93% av útreiðslunum. Størstu íløgurnar hjá landinum árini 2018-2022, eru:
- Søguliga stór játtan til bústovnar og vardar bústaðir, á 200 mió. kr.
- Útbygging av Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Glasir, Miðnám í Kambsdali, Eftirskúli í Suðuroy og Húsarhaldsskúli í Klaksvík.
- Nýtt havrannsóknarskip og Tjóðleikhús.
- Talgildu Føroyar.
- Eysturoyar- og Sandoyartunlar og Hvalbiartunnil. Eisini verður í tíðarskeiðnum farið undir tunlarnar Norður um Fjall, sum fara í gongd eftir Hvalbiartunnilin.
- Hartil hevur Bústaðir fingið fíggjarligt rásarúm til at byggja um 200 nýggjar leigubústaðir.
Bjálva búskapin og brynja samfelagið
Vit fremja sostatt ein búskapar- og fíggjarpolitikk, ið bjálvar okkum búskaparliga, samstundis sum vit fremja eina røð av átøkum, ið brynja okkara samfelag til avbjóðingarnar fyri framman og skunda undir framhaldandi virðisøking og fólkavøkstur.
Soleiðis bæði bjálva og brynja vit Føroyar til framtíðina.
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum