Home Tíðindir Fólkatalið 1. apríl var 50.045

Fólkatalið 1. apríl var 50.045

by OML

Fólkatalið var 50.045 tann 1. apríl. Tað vaks við 762 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016 – mars 2017.

Hagstova Føroya » 15. mai 2017

 Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 462, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 300, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Bæði minkað fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg aftur upp á 300, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani var ein triðing lægri.

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1176, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.


Nakrar fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 762 í hesum 12-mánaðarskeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 398 í tali, samanborið við 364 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 50 fleiri kvinnur enn menn. Í føðitalinum og deyðatalinum er lítil munur millum kynini, og hann gongur hvønn sín veg. Tilsamans verður úrslitið tá, at í fólkavøkstrinum apríl 2016 – mars 2017 vóru 34 fleiri kvinnur enn menn.

Seinastu trý árini er nú nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin serliga hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Tó hevur nettofráflytingin í august hesi trý árini verið munandi minni enn árini frammanundan.

Vit fara uppaftur longur upp um 50.000 í fólkatali
Nú skrásetta fólkatalið fyri 1. apríl var 50.045, eru tað 15 fleiri enn tað fyribilsfólkatalið fyri 1. apríl, sum vit kunngjørdu fyri einum mánaði síðani. Tá vóru vit eitt sindur í iva, um talið fór at halda, tí vanligt er at nógvar rættingar, t.v.s. seinkaðar fráboðanir, koma til tað feskasta fyribilstalið og vanliga broyta nakað niðureftir. Men so var ikki hesi ferð, tí talið tvørturímóti øktist. So væntandi er, at vit fara at halda okkum oman fyri tey 50.000, eisini eftir stóra fráflytingarmánaðin í august. Myndin niðanfyri vísir týðuliga gongdina.

Munandi fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016 – mars. 2017. Nógv størsti vøksturin í tali var í Tórshavnarøkinum við 380 fólkum, svarandi til 50% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Síðani kemur Eysturoyar sýsla við 143 og Streymoy annars og Norðoya sýsla stavn um stavn við ávikavist 67 og 61 fólkum, eitt vet aftanfyri Vága sýsla við 51, og so er ikki langt aftur til Suðuroyar sýslu og Sandoyar sýslu vi ávikavist 34 og 26 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Sandoyar sýslu við 2,1%. Men heili 2% í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er 15 ferðir størri, munar eisini nógvar ferðir meira. Lutfalsliga var minsti vøksturin í Norðoya sýslu og Suðuroy við ávikavist 1,0 og 0,7%.

Vøkstur í 20 kommunum, minking í 10
Fólkatalið veksur í 20 kommunum og minkar í 10 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við júst 400 fólkum – hetta er 52,5% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Skálavíkar kommunu við 13%. Í Suðuroy er munandi minking í Hvalbiar, Hovs og Porkeris kommunum, men vøksturin í hinum kommunum, serliga í Vágs kommunu, dregur alla oynna upp á ein hampiligan vøkstur.


Vøkstur í størru oyggjunum, misjøvn gongd í útoyggjum 
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy, í nøkrum halda tey tørn og í nøkrum minkar minkar tað, serliga í Kalsoy. .

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Video-grafikkur kann takast niður her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.