Tað ger onki um havrannsóknarskip styggir fisk

Eg veit ikki um fólk minnast sendingina í Góðanmorgun Føroyar  1. Juli 2015, eg rokni við at allir fiskimenn fingu morgunmatin í hálsi um teir sótu og ótu tá hendan sendingin bleiv send.

Eyðun Hansen, skipari & granskari

Skjótt eftir at Magnus Heinason, kom í flotan, hoyrdist at skipið larmaði, og ongantíð fekk fisk, sjálvt um fleiri, kendir skiparar og gott fólk sigldu við har.

Magnus Heinason gjørdi, tey fyrstu árini, eftir at Havstovan fekk hann í 1982 , nakrar ísfiskatúrar,  fyri at fáa nakrar pengar í kassan., men mátti gevast, av tí hann fekk ikki fyri útreiðslur, 1982 og 1983 vóru vánalig fiskiár, men í 1984 kom nógvur fiskur inn á grunnarnar,

Eg havi fyrr víst á, at Havstovan broytir frágreiðingar. Tí er trupult at skriva nakað.

Her er brot úr einari kanning, sum Petur Steingrund, saman við øðum, gjørdi í 1996, og sum  upprunaliga var uppá 64 síður og stóð inni á heimasíðuni hjá Havstovuni,  men bleiv klipt niður, so alt um at toskur rýmdi undan óljóði, bleiv burtur, eftir at eg skrivaði um hesa kanningina á facebook. Eg havi verði út fyri hesum fyrr, so nú goymi eg alt frá Havstovuni, sum eg skrivi um. Onnur siga seg hava verið úti fyri tí sama, at Havstovan broytir greinar, tá okkurt ikki passar við veruleikan.

Upprunaliga var tað ein PDF fílur, men bleiv soleiðis tá eg kopieraði hann

Faktorer som påvirker effektivitet i juksefiske Resultater fra fiske etter sei og torsk ved Færøyene 

Petur Steingrund, Fiskirannsóknarstovan, Nóatún, FO-100 Tórshavn, Færøyene Leon Smith, Fiskirannsóknarstovan, Nóatún, FO-100 Tórshavn, Færøyene.

Føroyskur samandráttur (færøysk sammendrag) 

Endamálið við verkætlanini var at menna snellufiskiskap. Hann hevur fyrimunir við at hava lítla hjáveiði og veiðan hevur ofta ein høgan kiloprís. 

 Fleiri undirkanningar vóru gjørdar. Ein roynd at hækka kiloprísin á snellufiski við at lata tveir snellubátar landa regluliga á uppboðssøluni á Toftum gav einki úrslit. Orsøkin var helst tann, at snellufiskurin var ov lítil partur av marknaðinum. 

 Ein vansi við snellufiskiskapi er, at tað ofta er lítið at fáa. Tað kann vera tí at snellan er ov lítla tíð í beinleiðis sambandi við fiskin (stuttir ragstrar) ella at fiskurin tekur ikki í nóg stóran mun. Roynt var tí at økja fiskitíðina við at nýta drívsegl. Royndin vísti, at tað bar væl til at leingja hvønn ragstur sær, men við tað, at tað var tíðarkrevjandi at fáast við drívseglið, gjørdist fiskitíðin ikki longri. Eitt automatiserað drívsegl kundi møguliga verið ein loysn. Tað varð eisini roynt at fáa fisk at koma til skipið við at nýta undirvatnsljós, eins og hevur verið gjørt í Noregi. Tað gav tó einki úrslit, heldur tvørturímóti, við tað at upsin stygdist burtur. 

 Royndir vórðu eisini gjørdar at økja veiðuevnini hjá snelluskipum. Ljóð frá skipinum (t.d. snellumotori) vísti seg at minka um veiðuna eftir toski á grunnum vatni (115 m) meðan upsi á djúpum vatni (195 m) ikki varð ávirkaður. Hetta kann vera tí at snellubátarnir, sum fiska upsa á djúpum vatni, longu hava gjørt eitt stórt arbeiði at minka um motorljóðið. Hinvegin vísti tað seg at vera líka mikið, hvør litur á beitunum varð nýttur, men húkaformurin tóktist hava týdning fyri veiðuevnini hjá snelluni.

Eisin vísti tað seg, at minni var at fáa, tá fiskurin át nebbasild, møguliga tí at fiskurin tók nebbasildina fram um beiturnar. Videoupptøkur vístu, at toskur bert royndi eina ferð at taka beiturnar, meðan hýsan ofta royndi at gloypa beiturnar uttan tó at krøkjast. Hetta bendir á, at ein broyting av húkinum kundi gjørt, at hýsa eisini kundi fiskast við snellu.”

Havstovan klippur brot úr 20 ára gomlum greinum

Nú 20 ár aftaná, klippur Havstovan brot úr greinum, inni á heimasíðuni, tá ið eg havi skriva, um óljóð hjá Magnusi Heinason.

Nú stendur bert, um óljóð ikki ávirkar upsa  fiskaríið og um litur á beitum ikki ávirkar fiskaríið.

Men allir fiskimenn vita, at upsi styggist nógv skjótari av óljóði enn toskur.

Royndir hava eisini víst, at um skip larma og styggja fisk, kunnu tey fáa fisk í ringum veðrið, tað kemst av at tað er so nógv óljóð í sjónum tá.

So um Magnus Heinason fær meira í onkrum háli sigur lítið og onki um royndirnar

Havstovan skuldi, beinanvegin í  1996  gjørt ljóð royndir, men tað sær út sum, um teir eru líka glaðir um royndirnar eru álítandi. So skuldi teir tikið ljóð royndir á hvørjum árið, fyri tryggja sær at onki var broytt.

Óljóð kann koma um okkurt sink losnar á skrokkinum, okkurt kemur í skrúvuna, tering á skrúvuni  ella búsningar í róðrinum fara, og tað eru nógv onnur dømi, sjáldan hoyrist nakað umborð

Tað stendur á heimasíðuni hjá Havstovuni 7. desember 2015 um at yvirlitstrolingarnar hjá Magnus Heinason eru álítandi

her

http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=548&catid=7&Itemid=180

Tær eru elstu tekningarnar av lemminum frá 2009 og tær sum eg fekk eru ongar stillingar ella longd av ketum á. Og posin er teknaður oktober 2015 eftir at eg spurdi eftir tekningum av trol  útgerðini

 

Tað sum Havstovan hevur sagt, um at teir hava allar uppruna tekningar, er beinleiðis ósatt.

Og at onki er broytt frá 1982 er ringt at trúgva, tí har hava nógvar útskiftingar veri av fólki og ongin minnist, hvussu útgerðin var fyri 35 árum síðani.

Fiskifrøðingarnir hava lisið so nógv, at teir vilja ikki lurta eftir nøkrum, sum bert hevur 10inda ella skipara og skipsførara prógv og liva á havinum og kenna náttúruna

Magnus Heinason hevur nú gjørt, yvirlitstrolingar 35 ár og ongantíð tikið ljóð prøvar og trolútgerðina hava fiski frøðingar sett saman. Ongin sum hevur arbeitt við troli, ella sum hevur skil fyri troli, er spurdur har. Aftur her, vita fiskifrøðingarnir betur.

Avleiðingin av hesum er at yvirlitstrolingar í øll 35 árini. Eru óbrúkiligar. Eg havi onki ímóti at teir fáa nýtt skip. Men yvirlitstrolingarnar koma teir ongantíð, at vera førir fyri at gera, tað má vera uppi sjóðar skip og trolarar, sum vanliga royna ímillum onnur skip, at gera saman við línuskipum

Hetta vísir, at fiskifrøðingarnir, eru líka glaðir, um royndirnar eru rættar ella skeivar, og um Føroyska samfelagi fær mest burtur úr. So eg ivist í, um teir arbeiða fyri Føroyar ella friðingar felagsskapir.

Her er brot úr einum Sosiali frá 12/13 desember 1992, sum eg havi leita eftir, eina tíð og funnið nú, vísir at teir sum dagliga starvast á havinum eru 2- 4 ár framman fyri fiskifrøðingarnir.

Har eg og Helgi Nielsen vóru og tosaðu við Jan Múller um at tað var meira lív, at síggja í sjóðnum. 1½ ár áðrenn at toskurin kom aftur, men fiskifrøðingarnir søgdu í mai 1995 at tað var bert á onkrum smærri økjum, at nakað, av stórum toski var at fáa, um heysti 1995 vistu teir at toskurin var komin aftur 3 ár eftir, at vit tosaði við Sosialin

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

30 desember skrivaði Havstovan. Tað er spurningur um lív ella deyð.

Politikkararnir eru ov seinur at friða og betri stýring má á fiskivinnuni.

1993 bleiv so eitt sindur betri, so í apríl 1994 tørnaði fyri við toski. Havstovan.

Tað vísir at fiskimenn, vita 1½ -2 ár áðrenn, at fiskurin kemur aftur, og fiskifrøðingarnir kunnu onki siga fyrr 1½ – 2 aftaná fiskurin er komin.

Tí kann fiskaríi, ikki stýrast við kvotum, sum fiskifrøðingarnir ætla, men við fiskidagaskipanini sær fiskimaðurin beinanvegin, hvussu er við fiskinum og  lívinum í havinum, men tað verður alt ov sjáldan, lurta eftir honum.

Eg komi at skriva meira, um fiskimenn sum síggja broytingar í natúruni, langt áðrenn fiskifrøðingar

Vestmanna 14 05 2017

Eyðun Hansen