Home Fólk & Samfelag Soleiðis telja vit upp í 17

Soleiðis telja vit upp í 17

by OML

Ein av nærmastu døgum verða tvey uppskot løgd fyri Løgtingið. Bæði eru um fiskivinnunýskipan.

Havi gjørt eitt yvirlit um hvussu talt verður upp í 17. (mál í bókstavarøð og tingfólk í raðfylgju av Løgtingsins heimasíðu og tí er tað reint tilvildarligt )Tað kann verða einfalt og grunt. Men øll eru samd um, at tað er komplisera og átti at verið væl umhugsa. Hví verður tað so gjørt einfalt og grunt?

Í hesum sambandi havi eg enn einaferð lisið í bókini Parkinson lógin, sum C. Northcote Parkinson skrivaði í 1957. Í 2010 umsetti A. Guttormur Djurhuus hesa bók. Tað er sami Guttormur, sum bygdi plastbátar í Kaldbak og útflutti til India fyri skjótt nógvum árum síðan.

Ein kapitul í bókini kallast Hin hægra fíggjarfrøðin-ella minknandi áhugastøðið. Í hesum kapitli verður greitt frá um fund, har ymisk mál eru á skrá. Eitt er eitt kjarnorkuverk, sum kostaði 10 mió. Pund í 1957! 11 fólk eru á fundi. 4, harav formaðurin vita ikki hvat eitt kjarnorkuverk er. Av 11 eru bara tvey, sum hava førleikar í málinum. Málið er avgreitt eftir 2½ minutti.

Síðan er ein súkkluskúrður sum kostar 235 Pund í 1957! Nú skulu tey, sum tagdu, fyri at krógva, at tey ikki høvdu skil fyri atomkraftverki, rætta uppá at tey ikki halda seg hava gjørt sítt arbeiði til lítar í fyrra málinum. Øll hava skil fyri 235 Pundum og øll duga at ímynda sær ein súkklúskúr. Tað tekur 45 minuttir at avgreiða.

Næsta mál á skrá er kaffi til nevndarfundir. Árlig útreiðsla er 21 Pund. Tað tekur 5 korter, tí at øll hava eina meining og vitan um kaffi. Eisini tey sum ikki kenna mun á eternit og bylgjujarni til súkkluskúrðin.  Avgjørt verður, at skrivarin skal útvega fleiri upplýsingar, so at endalig støða kann takast á næsta fundi.

Hetta kallar Parkinson fyri Trivialitetslógin. Hon sigur, at tíðin eitt mál tekur, er í øvugtum lutfalli til upphæddina, tað snýr seg um.

Á baksíðuni skrivar A. Guttorm Djurhuus … Tá hevði Løgtingið enn tign og tídning. Men tá íð flutt var í nýggj hølir í 2002 misti løgtingið mestsum allan týdning, og kann í dag sigast at hava lítið og einki at siga um, hvussu Føroyar verða stýrdar. Tað hevur nú í 2010, so at siga, avtikið seg sjálvt, og latið alt vald uppí hendurnar á landsstýri og embætisfólki.

Einaferð varð ein optimist ein, sum seldi arbeiðsklæðir á Sandi. Nú er ein optimist ein, sum trýr uppá eina samfelagsgagnliga fiskivinnunýskipan.

Eivind Jacobsen, Strendur

soleidis telja vit upp i 17

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.