Kæra um landsstýrismannin í samferðslumálum um brot á løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund  

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

0
513

Vísandi til løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund vil undirritaði hervið kæra landsstýrismannin í samferðslumálum fyri landsstýrimálanevndina fyri ikki at umsita løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund á lógligan og fullgóðan hátt.

Sambært løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund, skal tunnilin við vegum v.m., sum varð bygdur og enn verður rikin av P/f Vágatunnlinum, latast landinum til ognar, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin. 

§ 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund ásetir, at alt anleggið, tá tvinnar treytir eru loknar, uttan viðurlag skal avhendast landinum til ognar. Fyrra treytin er, at útveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin og seinna treytin er, at P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari.

 Eg meti, at báðar treytirnar eru loknar og at tunnilin tí átti at verið avhendur landinumEg vísi í hesum sambandi tilløgfrøðligt upprit um hetta, sum er hjálagt kæruni. 

 Eg vísi eisini til, at tað varð samtykt á aðalfundi í P/f Vágatunlinum tann 14. apríl 2015, at felagið skuldi lata landinum tunnilin tann 10. desember í 2016. Frágreiðing frá hesum aðalfundinum er hjáløgd.

 Á aðalfundinum í P/f Vágatunnilin 7. apríl 2016 gav landsstýrismaðurin í samferðslumálum nevndini í P/f Vágatunlinum boð um, at Vágatunnilin kortini ikki skuldi latast landinum í 2016. Víst verður til hjáløgdu fundarfrágreiðing frá aðalfundinum 7. apríl 2016.

 Á aðalfundinum 7. apríl 2016 varð boðað frá, at sambært lógini er tunnilin ikki afturgoldin, fyrrenn øll íløgan ella útveganarkostnaðurin er afturgoldin – sagt varð, at ”sambært lógini er tunnilin ikki afturgoldin, fyrrenn øll íløgan ellaútveganarkostnaðurin er afturgoldin” og tí skuldi tunnilin ikki latast landinum í ár. Nevndin tók boðini til eftirtektar. 

 Treytin um at P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari av tunnlinum er lokin. Eg og fleiri við mær hava eisini ta fatan, at tunnilin er fult afturgoldin og at hann tí sambært lógini um fast samband um Vestmannasund skal avhendast landinum. Eg vísi í hesum sambandi til omanfyri nevnda upprit, sum er hjálagt.

 Landsstýrismaðurin hevur við ikki at taka stig til at yvirtaka tunnlin eftir míni fatan brotið lógina um fast samband um Vestmannasund.

 At landsstýrismaðurin enntá gevur nevndini í P/f Vágatunnilin boð um at seta aðalfundarsamtyktina hjá felagnum frá aðalfundinum tann 14. apríl 2015 til síðis, ger eftir mínum tykki, at talan er um eitt álvarsligt og tilvitað brot á lógina um fast samband um Vestmannasund.

 Tað tykist heldur ikki sum landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan fyri, hvussu partapeningurin skal afturrindast, og yvir hvussu langa tíð. Einasta viðmerking í aðalfundarfrásøgnini frá 17. apríl 2016 er, at vent verður aftur til príspolitikkinseinni. Prísirnir eru so gott sum óbroyttur fyri Vágatunnilin, síðani hann varð útgoldin meðan prísirnir í Norðoyatunnlinum eru lækkaðir. 

 Eg heiti tí á Landsstýrismálanevndina um at taka hetta málið til viðgerðar.

 Við vón um skjóta viðgerð

 Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin