Home Tíðindir Trivaligur vøkstur í lønargjaldingum seinastu tveir ársfjórðingarnar

Trivaligur vøkstur í lønargjaldingum seinastu tveir ársfjórðingarnar

by OML

Í 2016 stóðu lønirnar leingi í stað, um 2,1 milliard hvønn ársfjórðing, og tað var enntá lítil afturgongd eitt bil. Men í fjórða ársfjórðingi bragdaði aftur, tá lønirnar vuksu við 3,6% og aftur nú í fyrsta ársfjórðingi var vøkstur, 1,9%. Sostatt fóru lønirnar í fyrsta ársfjórðingi upp um 2,2 milliardir fyri fyrstu ferð.

 


Byggivinnan fer dundrandi avstað

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Í fyrsta ársfjórðingi vóru lønirnar 2.145 milliónir, 124 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 6,1% Hetta er triðja árið í slag at vøksturin fyrsta ársjóðring er stórur. Undanfarnu tvey árini var vøksturin millum 7,5 og 8,8%. Frá 2008 til 2014 var vøksturin væl minni, og nøkur ár enntá negativur.

Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum, men í byggivinnuni er serstakliga stór framgongd. Fyrsta ársfjórðing rindaði byggivinnan 292 milliónir í lønum, 34 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 13,3%. Byggivinnan var  hart rakt av fíggjarkreppuni, men seinastu fýra árini hevur tað verið stór framgongd. Frá 2014 til 2016 um 10% og í ár yvir 13%.

Fleiri vinnugreinar stóra framgongd, aðrar afturgongd

Fyrsta ársfjórðing í ár var at kalla framgongd í øllum vinnugreinum, samanborðið við sama ársfjórðing í fjør.

Serliga stór var framgongdin í skipasmiðjum, aling og bygging, har framgongdi higartil í ár er millum 17 og 18%.

Fleiri tænastuvinnur hava eisini framgongd, um 10%, tað eru landsfyrisiting, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og fígging og trygging. Vinnuligar tænastur eru t.d. løgfrøði, grannskoðan og byggiráðgeving. Húshaldstænastur eru reingerð, hárfríðkan o.l.

Í nøkrum vinnugreinum er lítil afturgongd ella ongin broyting. Størst av hesum vinnugreinum er fiskiskapur, sum hevði áleið somu hýrur fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við í fjør. Sjóflutningur og postur og fjarskifti høvdu bæði lítla minking, sjóflutningur minkaði 0,4%, og postur og fjarskifta høvdu eina minking upp á 3,8%.


Pensjónistarnir hava stemplað inn á arbeiðsmarknaðin

Bulurin í lønunum eru tey í aldrinum 25 til 66 ár sum vinna til dagsins breyð. Tey fáa 90% av samlaðu lønunum. Í hesum aldursbólkum er grundarlagið lagt til stóru framgongdina, men orsøkin til at framgongdin er yvir 6%, er parturin hjá teimum ungu og pensjónistunum. Í aldursbólkinum 16 til 24 ár eru higartil í ár útgoldnar 160 milliónir í lønum. Tað eru 15 fleiri enn í fjør, og vøksturin er 10%. Tey ungu vóru sera hart rakt av fíggjarkreppuni, men eru nú spakuliga við at vinna tað mista innaftur. Kortini eru lønirnar í fyrsta ársfjórðingi 2017 framvegis lægri enn í 2006 og 2007.

Penjsónistar hinvegin hava seinnu árini alsamt vunnið sær størri og størri lut í samlaðu lønunum. Síðan 2006 hevur vøksturin í lønunum hjá pensjónistum at kalla á hvørjum ári verið tvísiffraður. Okkurt árið enntá yvir 20%. Higartil í ár hava pensjónistar í aldursbólkinum 67 til 75 ár fingið 79 milliónir í lønum, 9 fleiri enn árið fyri, og vøksturin er 12,4%. Við gongdini seinastu tíggju árini sær tað út til, at pensjónistarnir av álvara hava stemplað inn á arbeiðsmarknaðin.


Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Video-grafikkur kann takast niður her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.